Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár hevði Heðin Mortensen lesarbræv undir heitinum ’Tá Tjóðveldi gav Argja kirkju í jólagávu’, sum áhugafelagið ’Varðveiti fríøkið við Sandá’ ikki kann lata standa ósvarað.

Undir yvirskriftini ’Fakta’ skrivar borgarstjórin, at ’málið um Argja kirkju er einmælt samtykt í býráðnum’.

Hetta er IKKI rætt. Tá málið um staðsetingina av Argja kirkju var fyri á býráðfundi í 2011 vóru tað 6 býráðslimir, sum atkvøddu ímóti at kirkjan skuldi fáa byggiloyvi við Sandá, meðan 7 atkvøddu fyri. Málið var sostatt samtykt við minst møguligum meiriluta.  

Víðari sigur borgarstjórini, at ’eingin servituttur um fríøki er tinglýstur á ognir umfataðar av útstykkingarætlanini fyri Müllerstrøð, heldur ikki økið ætla til kirkjuna’. Hetta er heldur IKKI rætt.

Áhugafelagið ’Varðveiti fríøkið við Sandá’ hevur ferð eftir ferð víst á, at tinglýsti servitutturin yvir friðaða øki fram við Sandá IKKI hevur verið partur av málsviðgerðini hjá býráðnum. Innlit, sum áhugafelagið hevur fingið, vísir greitt, at servitutturin ikki var partur av málsviðgerðini. Fleiri av politikarunum, sum sótu í býráðnum, tá byggiloyvið var givið, hava váttað, at teir onki kenna til tinglýsta skjalið.

Tað sæst á øllum brøgdum at nógv stendur uppá spæl, nú málið um staðseting av kirkjuni á Argjum kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldi, men vit í Áhugafelagnum ’Varðveiti fríøkið við Sandá’ eru rættiliga kløkk at síggja, at borgarstjórin fer so lættlliga um sannleikan í hesum sera týdningarmikla máli.

Tað einasta rætta at er finna nýggja staðseting til kirkjuna á Argjum og harvið tryggja, at økið fram við Sandá verður varðveitt til okkum og okkara eftirkomarar.    

Áhugabólkurin ’Varðveiti fríøkið við Sandá’

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo