Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað sýnist sum hesin populistiski (nærmiljøhugsandi) borgarstjórin, sum ein í miðlunum júst hevur sæð stæðið við spakanum og grivið fyrsta holi til enn fleiri vindmyllur í Havn, samtíðis sum hann rósar sær sjálvum fyri hetta sítt miljøverndar tiltak, sannilga vísir sítt mótsætta andlit víðvíkjandi ætlanunum fyri havnina á Signabø/Oyrareingjum.

Ja, á irrationellan hátt og við vind í seglunum frá einum meiriluta í býráðnum, sýnist tað sum alt ber til hjá sama borgarstjóra. Ikki so frætt sum at hann órógvast av síni egnu óvitan ella blunkar við eygunum, tá spurt verður um hansara kennskap til tað útlendska virkið, sum ætlanin er at leiga kajøkið.

Nei, hann sigur seg als einki at vita um hetta firma, sum hann enntá hevur gjørt ein 25 ára sáttmála við, og skal undirskrivast um fáar dagar. Og so sanniliga heldur ikki hvørjar avleiðingar henda avtala vil fáa fyri íbúgvarnar á staðnum. Men sigur seg forstanda, at borgarar føla seg ótryggan.

Størri óansvarligheit og dupultmoralur (eisini sæð í ljósinum til tað grøna átakið sum fyrr er nevnt), sum hann lýsir í samtaluni við tíðindakvinnuna, skal ein leita leingi eftir.

Og víðari upplýsir hann, at tað bert vera 12 skip um árið, sum fara at finna leiðina fram. Tað sýnist sum hansara verkætlan, grunda av hansara óansvariligheit, steðgar upp her!

Hansara tosan um krøv um ásett mark fyri larm, sýnist sum reinar lótir og symbolpolitikkur at hoyra til fyri fólk á staðnum. Tí tað vita vit av sonnum royndum, at har er als eingin lempan at síggja ella hoyra hesum viðvíkjandi.

Og víðari er at siga í hesum, at tá øll hesi risastóru russisku skipini vera givin loyvi at blíva fóðraði við pakningum, sum skal leggjast innum kajkantin og húsið sum ætlanin er skal byggjast til sama endamál, so slepst ikki undan, at ikki bert fólk á Signabø/Oyrareingjum blíva órógvaði av hesum, men helst eisini restin av bygdini við.

At ljóðkanningar, sum hann ber á mál –fyri okkum sum íbúgvar- bert er symbolpoitikkur, tá sama havnakontór, sum borgarstórin ræður fyri, tí ikki kanna standa sín roynd, er ein kendur sannleikið í hesum samanhanginum. Fólk blíva órógvaði ferð eftir ferð av ljóðdálking o.a. frá hesum somu russisku og útlendsku skipum.

Borgarstjórin stútar soleiðis fram í sínum valdi og hetta á ein ómenniskaligan hátt í sínum óvitan við ikki at sýna nakran kennskap til tað grummu støðu vit eru við at havna í. Og tá eingin politisk mótstøða er at síggja í hesum máli, gevst honum fríðar hendur at troyngja seg fram við hesum sínum áhugamálið. Og hetta til stóran ampa fyri fólk her á staðnum.

Ein hevur tí hug at spyrja, hvørjar juridiskar ella politiskar møguleikar eru at taka til, sum megna at lyfta okkum burtur úr hesi vanlukkustøðu vit eru havnaði í. Kanska landssýrisismenn sum heild við løgmanni á odda, sum ein skuldi trúð eisini eru varðar at omanfyri nevnda málið, og tí eisini heftir at ábyrgd!?

Vit eru eisini samfundsborgarar eins væl ið tey í Havn, sum borgarstjórin haraftur ímóti sýnist at vera ógvuliga viðbrekin yvirfyri (Hetta viðvíkjandi lastbilar sum ikki máttu órógva náttarsvøvnin hjá fólkið í Havn).

Staðfestast kann - fyri okkara viðkomandi á Signabø/Oyrareingjum - at her hava vit við ein borgarstjóra at gera, sum fyri egna virðing og prestigu og uttan umtanka og fyrivarni, harðrentur setur í verk eina ætlan , sum er stýrt av egna áhugamálum. Og tá hann heldur ikki hugsar um tær avleiðingar hetta fær, hugsar hann ikki um tað góða fyri borgaran, sum eitt demokrati annars er bygt uppá.

Tá eitt samtykt býráð við Heðin Mortensen á odda hevur sett í gildið, at borgarar – út frá tí eg havi nevnt omanfyri – missa sítt livifrælsið her á Signabø/Oyrareinjum og í firðinum annars, og soleiðis á Føroya landi, er hetta eisini fest av, at eingin politiskur instansur vísir nakran vilja til at forða fyri tí vanlagnu vit sum borgarar eru endaði í.

Í hesum føri vekjur hetta – í mínum hugaheimið – associatiónir (hugsunarsamband) til eitt einaræðisveldið frá 17. øld í Føroyum. Slætt og rætt eina Gabel-tíð, har fólk uppá nógvar mátar endaðu í gapistokkinum. Væl viðgjørt av W. Heinesen í romanini Det gode Håb, har prósturin Lucas Debes, undir trongum viðurskiftum og uppá landsins besta, í síni roynd at betra um korini hjá føroynginum, fór til Danmarkar, at bera klagu fram fyri kongi um ymiskan órætt føroyingar vóru fyri.

Um ikki landstýrismenn og somuleiðis varðar at hesum havnaøkismálið á Signabø/Oyrareingjum - javnt við Lucas Debes á sinni – sýna nakran vilja til at traðka okkum til hjálpar í hesari vanlukkustøðu vit eru endaði í, so sýnist okkara lagna, eins væl sum í Gabel-tíðini, at enda i sama gapistokki sum tá.

Og sigast kann, at demokratiðið harvið – at síggja til, er skotið til botns.

Heilsan
Martina Sørensen,
búsitandi á Signabø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo