Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hin 2. apríl 2019 lat ein áhugabólkur við undirritaðu fyriskiparum Magnus Rasmussen, táverandi limi í rættarnevnd løgtingsins, áheitan við áleið 130 undirskriftum at taka av 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna.

Hin 24. apríl 2019 boðaðu táverandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, Heðin Mortensen, og táverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, frá, at landsstýrið ikki longur fór at fremja mismun á arbeiðsmarknaðinum og tessvegna fór at taka av rundskriv um 70 ára fráfaringaraldur hjá tí almenna.

Rundskriv um 70 ára fráfaringaraldur skuldi sambært fráboðanini strikast, tá løgtingslógar-uppskot nr. 153/2018 at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum varð samtykt av løgtinginum. Hetta løgtingslógaruppskot varð tó ikki liðugtviðgjørt av løgtinginum á vári 2019, og datt tí burtur, tá løgtingið fór í summarfrí.

Sitandi samgonga sigur soleiðis í samgonguskjalinum frá 14. sept. 2019: ”Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum”.

Nú hálvttriðja ár eftir fráboðanina um, at rundskrivið skuldi takast av, hin 12. november 2021, hevur Tordur Niclasen, løgtingsmaður, sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, fyrispurning sambært § 52a í Tingskipanini um avtøku av 70 ára fráfaringaraldrinum hjá tí almenna.

Tordur Niclasen vísir til orðingina í samgonguskjalinum: ”Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum” og spyr m.a., nær Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer at handla í samljóði við samgonguskjalið. Tordur Niclasen vísir til, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

Strikan av 70 ára fráfaringaraldrinum hjá tí almenna hevur bæði fíggjarligan, trivnaðarligan og samfelagsligan týdning. Ikki minst hevur tað týdning í hesi tíð, tá arbeiðmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi, og tørvurin á arbeiðsmegi er alstórur innan almannaøkið, eldraøkið og barnaansingarøkið.

Nú einki er hent í málinum í hálvttriðja ár, verður heitt á Magnus Rasmussen, ið nú er landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, um uttan meira drál at strika 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna, eins og samgonguskjalið sigur.

Tórshavn, hin 15. november 2021
Ingrid S. Henriksen Bozena Rasmussen Thordis Skaalum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo