Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Aftur í ár, 7 árið á rað,  er stórur ágangur á land okkara frá kriminella terrorfelagsskapinum Sea Shepherd Society og leiðara tess, Paul Franklin Watson.

Taktikkur teirra í ár tykist verða, at felagsskapurin fíggjar ferð og uppihald hjá norðurlendingum til land okkara við tí endamáli, at hesi skulu dokumentera “the Faroese psycopaths tradiotional blood sport”.

Felagsskapurin ferðast fullkomuliga ótarnaður kring land okkara og brýtur allar lógir, ið hava við grindadráp at gera og úrslitið er, at miðilin Face Book eins og ávísir -serliga enskir- miðlar, válka sær í hatrinum frá Sea Shepherd mótvegis okkum.

Mærvitandi er løgtingið okkara lóggevandi forum og tí skal áheitanin ella kravið um tit vilja, vera, at tit beinanvegin seta í verk lógar- ella kunngerðartiltøk, ið einaferð með alla banna øllum, ið kunnu ávísast at hava nakað sum helst samband við felagsskapin Sea Shepherd Society og tess leiðara, Paul Franklin Watson, eftirlýstur á reyða listanum hjá Interpol, innferðarloyvið til land okkara.

Tað ER tykkara skylda at verja land okkara.

Tað er tykkara skylda at verja fólk okkara og ikki minst er tað tykkara skylda, at verja okkara sjálvsøgdu rættindi at gagnnýta tað tilfeingið, ið okkum frá náttúrurnar hond er givið.

Tit eiga næsta leikin.

Magnus Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo