40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Soljóðandi skriv er í dag sent til Sørvágs Kommunu:

Síðani kommunan keypti dansistovuna, hevur lítið verið at hoyrt um ætlanir kommunan hevur við hesum keypi.

Tey sjey sum mannað bygdaráðið eru sum skilst ikki samd um hvat gerast skal, men samdust tó um at brúka uml. 50.000 kr. til at gera eina støðulýsing av hvørjum standi bygningurin er í.

Preben Hansen, ið stóð fyri kanningini, kom við eini rapport sum segði at dansistovan eftir umstøðunum er í brúkiligum/góðum standi, men at okkurt má gerast skjótt, so hon ikki forferst.

Hetta var helst ikki ta svarið sum bygdaráðið vildi hava, tí sum skilst á kunningarskrivinum fyri 2019, ætlar bygdarráðið at fáa dansistovuna slættaða við jørðina, hóast bygdarfólkið vil nakað annað.

Kommunan keypti dansistovuna fyri 600.000 kr, og hevur brúkt aðrar 50.000 uppá støðumetingina.

Rapportin hjá Preben Hansen sigur, at tað kostar 650.000 at taka hana niður.

Um dansistovan verður tikin niður hava sørvingar fingið eina slætta fløtu mitt í hjartanum á bygdini fyri 1,3 milliónir.

Rapportin fortaldi okkum eisini, at tað kostar uml. 3 milliónir at fáa dansistovuna í brúkiligan stand, og fyri 6 milliónir fáa vit ein bygning í sera góðum standi.

3 milliónir er ikki nógv meira enn eini nýggj sethús kosta at byggja í dag.

Á facebookbólkinum ”Sørvágur” var herfyri ein atkvøðugreiðsla um, hvat fólkið í kommununi helt átti at verið gjørt við dansistovuna, og nógv tann størsti parturin av teimum sum atkvøddu vilja hava dansistovuna setta í stand aftur.

Tit sum bygdaráð eru sett til at tæna fólkinum og ikki øvugt. Hetta er ikki eitt fantasiprojekt sum skuldarbindur bygdaráðið, tí fyri bara 3 milliónir hevur kommunan eitt brúkiligt høli til øll hugsandi tiltøk í bygdini.

Sum undanførslu fyri at sleppa at ríva dansistovuna niður kunnar kommunan, at bygdarráðið ætlar at útskriva eina hugskotskapping, um hvat skal gerast á ”Ground Zero” tá dansistovan er burtur.

Tað krevst ikki stórt hugflog til at staðfesta, at fer man at byggja nakað nýtt á sama øki so verður kostnaðurin ikki undir eina tveysiffraða milliónaupphædd.

Givið er, at so verður ætlaða ítróttarhøllin skotin enn longur fram í tíðina, og tað kann ítrótturin í bygdini undir ongum umstøðum liva við.

Setið hasar tríggjar milliónirnar av til dansistovuna, so vit hava eitt dagført bygdarhús.

E.S. Til tykkara kunning, so fara vit undir at savnað undirskriftir frá borgarum í Sørvágs kommunu sum eru góðir við dansistovuna, og vilja varðveita hana.

Hesar verða handaðar tykkum á fyrstkomandi bygdaráðsfundi 22. januar 2020.

Vegna stuðulsbólkin
Thordis Skaalum, Eron Debes og Regin Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo