40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ørkymlaðandi at hoyra, at royndarverkætlanina um at veita ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung millum 15 og 35 ár enn einaferð er steðgað upp.

Pengarnir eru játtaðir, verkætlanarleiðari er settur og bíðað hevur verið leingi - bæði tey, sum skulu veita tilboðið og tey, sum skulu gera brúk av tilboðnum.

Ongantíð áður hevur verið so stórur tørvur á einum slíkum tilboðið sum júst nú.

Alsamt fleiri ung uppliva sálarligar avbjóðingar. Hesar avbjóðingar eiga vit at taka í størsta álvara og fyribyrgja skjótast til ber, so støðan ikki versnar hjá tí einstaka.

Tað gera vit ikki við at lata ósemjur og teknikalitetir forða fyri, at tilboðið kann vera til gagns fyri borgaran.

Sinnisbati hevur í fleiri ár víst á avbjóðingarnar og manglandi fyribyrgjandi átøk, og jaligt er at síggja, at vit í Føroyum nú kunnu kalla okkum framgonguland á hesum økinum við at pengaranir eru oyramerktir til eina verkætlan, sum skal tryggja ungum við angist og tunglyndi ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð.

Hetta er ikki einans eitt tilboð, sum kemur tí einstaka unga til gangs, tað er somuleiðis eitt tilboð, tey avvarðandi hava bíðað leingi eftir.

Seinasti tíðina er áheitanartalið hjá Sinnisbata vaksið munandi, eins væl og tað er hjá flestu sálarfrøðingum.

Heilt nógvar áheitanir, sum Sinnisbati fær, snúgva seg júst um, nær hetta tilboðið kemur í gildi. Spurningar og frustratiónir um, hvat bíðað verður við.

Sinnisbati vil við hesum inniliga heita á partarnar um at koma til eina semju og biðja avvarðandi myndugleikar vísa størri ábyrgdakenslu fyri at náa á mál sum skjótast.

Hetta skrivið er sent til Heilsumálaráðið og Fíggjarmálaráðið.

Vegna Sinnisbata
Laura Apol, aðalskrivari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo