40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Við uppskotinum, sum varð lagt fram á Løgtingi 22. sept. 2020, er ætlanin at hækka skattafríu upphæddina til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið.

Útiloka stóran part av sjálvbodna barna- og ungdómsarbeiðnum
FUR fegnast um, at politiska skipanin viðurkennir og raðfestir barna- og ungdómsarbeiðið og tekur eisini fult undir við heimildini fyri einari skattafríari upphædd, men ógvast við, at alt annað enn ítrótturin so lættliga verður skúgvað til viks. Fyri FUR kann tað sýnast sum, at politiski myndugleikin letst einki at vita um tey sjálvbodnu barna- og ungdómsfeløgini kring Føroyar, sum bjóða annað týdningarmikið og samfelagsliga virðismikið virksemi til børn og ung. FUR loyvir sær við hesum skrivi til politisku flokkarnar at gera politiska myndugleikan varugan við, at broytingin í Skattalógini um skattafría upphædd til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið økir um skeivleikan, og at raðfestingin útilokar ein stóran part av sjálvbodna barna- og ungdómsarbeiðnum í Føroyum.

Týðandi landsumfatandi frítíðarvirksemi
(FUR) umboðar 49 lands- og lokalfeløg, samanlagt umleið 4.000 børn og ung í Føroyum yngri enn 30 ár, sum eru í sjálvbodnum barna- og ungdómsfelagsskapum við fjølbroyttum landsumfatandi frítíðarvirksemi. Virksemið fevnir m.a. um sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, norrønan ungdómsfelagsskap, millumlanda barnalegur, skiftisnæmingar og skótar.

Sálarlig heilsa og trivnaður hjá børnum og ungum
Í kanning frá 2019 hjá Firouz Gaini, professara í antropologi á Fróðskaparsetur Føroya (“Sosial inklusión hjá ungum í Føroyum”) verður mælt til at gera ætlanir, sum forða fyri, at ungdómsbólkar verða marginaliseraðir og ekskluderaðir. Í barna- og ungdómskanningini frá 2008 - mentan, frítíð og trivnaður - er niðurstøðan m.a., at ung hava tað sum heild gott, tey klára seg og hava eina familju og eitt heim, men tey fáa lítið og onki bjóðað, ið kann skapa tíðarhóskandi karmar fyri eini veruliga blómandi ungdómsmentan. Firouz Gaini vísir í kanningini á, at tey ungu sum oftast eru sera eyðmjúk og góðkenna meira enn flest onnur høvdu gjørt. Nógv keða seg og sakna frítíðartilboð, ið umboða annað enn ítrótt, sang og møti. Sostatt er stórur tørvur á bæði ítrótti og øðrum barna- og ungdómsarbeiði.

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt kanningar um trivnaðin og heilsuna hjá føroyingum, bæði í 2015 og aftur í 2019. Kanningarnar vísa eina óhepna gongd hjá tí yngra aldursbólkinum 18-29 ár; har 25% av teimum hava munandi sálarligar trupulleikar. T.d. kenna heili 20% av teimum, sum eru 18-24 ára seg tyngd av einsemi, meðan sama talið í Danmark er 10-12%. Yvirskipað vísa kanningarnar hjá Fólkaheilsuráðnum, sambært Magna Mohr, professara og formanni í Fólkaheilsuráðnum, eina neiliga gongd í sálarligu heilsuni hjá teimum ungu í Føroyum.

Somu avbjóðingar
Barna- og ungdómsarbeiði gevur børnum og ungum í Føroyum møguleika m.a., at vera saman í sosialum felagsskapi, at menna teirra førleikar innan fjølbroytt virksemi, at menna teirra evni at skapa, samskifta, samskipa og at leiða.

Felagsskapirnir, sum FUR umboðar, standa eins og ítrótturin fyri avbjóðingum at halda fast í og draga til sín leiðarar, hjálparfólk, fólk til nevndararbeiði og aðrar týðandi grundleggjandi uppgávur.

Staðilig áheitan um at viðurkenna og javnseta
FUR vil við hesum skrivi staðiliga heita á politisku flokkarnar um at ásanna samfelagsliga týdningin av tí stóra sjálvbodna arbeiði, sum eisini verður gjørt innan barna- og ungdómsarbeiði í FUR. Hesi fólk, sum brúka sína orku og frítíð til at leiða, stimbra og geva okkara børnum og ungdómum týðandi førleikar, fáa eisini í ávísan mun eina samsýning frá sínum feløgum, eins og feløg í FUR eisini rinda lønir. Gerast skal vart við, at meginparturin av arbeiðnum er sjálvboðið, og tí samsvarar samsýningin tó á ongan hátt við ta tíð og orku, hesi fólk nýta.

Heitt verður sostatt á flokkarnar um eisini at viðurkenna sjálvbodna arbeiðið hjá barna- og ungdómsfeløgunum, sum eru feløg í FUR eins og sjálvbodna arbeiðið innan ítróttin, soleiðis at skattafría upphæddin verður javnsett fyri hesi feløgini, sum hvørt sær gera eitt so grundleggjandi og týðandi samfelagsligt arbeiði og hava so stóran týdning fyri einstaka barnið og ungdómin kring alt landið.

Føroya Ungdómsráð 28. oktober 2020

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo