40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nevndin í Áhugafelagnum við Kaldbaksfjørð tekur undir við Kaldbaksnevndini at siga “kortanei til asfaltverk á Sundi”.  

Í asfaltframleiðslu eru krabbameinselvandi evni og asfaltverk eru til ampa og lukta. Einans 300 metrar eru til bygdina á Sundi og 900 metrar til Kaldbaks bygd frá ætlaða asfaltverkinum.  

Nevndin vónar, at hesuferð lurtar Tórshavnar býráð eftir fólkinum við Kaldbaksfjørð, tí tað hevur størri týdning at samstarva og sameina Tórshavnar kommunu enn at spjaða hana uppaftur meira. 

Eingin heildarætlan - ikki fullfíggjað viðgerð
Áhugafelagið harmast um, at havnanevndin í býráðnum samtykkir at leggja asfaltverk á grótkastinum á Sundi,  áðrenn ein heildarætlan er gjørd fyri Sund. Serliga, tá havt verður í huga, at minnilutin í seinasta valskeiði, sum nú stjórnar býráðnum, lovaði kaldbaksfólki eina heildarætlan á  borgarafundi í mai 2017, og legði uppskot fyri býráðið um at gera eina slíka í juni í 2017.  

Nevndin undrast á, at havnanevndin samtykkir at geva einum felagi loyvi at leggja eitt asfaltverk við Kaldbaksfjørð  

  • uttan at kanna serligu vindviðurskifti, sum eru við Kaldbaksfjørð, 

  • uttan at vinnan á fjørðinum er hoyrd, og  

  • uttan at umrøða, hvussu nógv virki í ovastu umhvørvisflokkunum kunnu vera við fjørðin.  

Tað tykist, at samtyktin byggir á eina ófullfíggjaða viðgerð, tá nevndarlimir ikki kendu allar umsóknirmar, og tá hugsað verður um 

  • umhvørvið,  

  • heilsuna hjá fólki við fjørðin og 

  • vinnuna á fjørðinum,  

tí í asfaltframleiðslu eru krabbameinselvandi evni, eins og evni sum kunnu vera til ampa. Eisini fyri fólk, sum búgva 900 metrar frá nýggjum asfaltverki, vísa frásagnir úr Danmark.  

Ein grundgeving hjá havnameistarnanum at leggja verkið á Sundi er, at staðsetingin er við eitt havnalag og er miðskeiðis í landinum. Talan er tí um orkusparing í flutningi og at staðsetingin tí ber á “grøna” bógvin. Nevndin heldur, at henda grundgevingin kann avgjørt ikki viga tyngri, enn atlit at  heilsuni hjá fólki og umhvørvinum við fjørðin. 

Ætlaða asfaltverkið liggur nærhendis búnaðarlendi. Frástøðan er bara 300 metrar til garðin á Sundi, og um 900 metrar til næsta býlingin í Kaldbak. Í bygdini er barnagarður, vøggustova og skúli. 

Sama frástøða -- men hava ampa
Nevndin hevur frásagnir um, at í Danmark - sum hevur eitt opið og slætt landslag, har roykur og dampur lættliga sleppur burtur - hava tey ampa frá asfaltverkum. Hóast eitt nýtt asfaltverkið liggur 900 metrar frá einum býlingi, elvir tað fólki ampa bæði við atliti at lukti, kvalma, høvuðpínu og skriða í barkanum. Skriði í barkanum er ein afturvendandi ampi og er skrásettur í læknafrágreiðingum.  

Um vit sammeta við donsk viðurskifti skal nevnast, at Kaldbaksfjørður er mjáur, við fjøllum á báðum síðum, og við serligum vindviðurskiftum.  

Nevndin fegnast um, at ein limur í havnanevndini sigur seg hava broytt støðu, eftir at hava sett seg inn í málið við atliti at asfaltsframleiðslu, og støðuni hjá fólkinum við Kaldbaksfjørð. 

Ikki umhvørvisvinarligt
Á borgarafundinum 14. juni í Kaldbak varð sagt, at talan er eitt umhvørvisvinarligt asfaltverk. Eftir okkara tykki kemur asfaltframleiðsla ongatíð undir hugtakið umhvørvisvinarligt, tí eitt asfaltverk hevur útlát av skaðiligum evnum, og hevur eitt stórt CO2 útlát. At skýra asfaltframleiðsla sum eina “grøna” og umhvørvisliga vinnu er tað sama sum at siga, at tað er heilsugott at roykja sigerettir við filturi, tí tað er marginalt minni vandamikið enn at roykja vanligar. 

Á borgarafundinum upplýsti ráðgevin hjá stigtakarunum, at sparast kunnu 6000 tons CO2 fyri hvørji 100.000 tons av asfalti. Víst varð til SuperAsfalt A/S, sum liggur á Prøvestenen við Amager. Tað er umleið helvtin av vanligum útláti.  

Men fyritreytin fyri minni CO2-útláti hjá Super Asfalt er - sambært teimum upplýsingum nevndin hevur fingið - at Super Asfalt endurnýtir avlop frá takpappframleiðslu í asfaltframleiðsluni. Á borgarafundnum varð ikki upplýst, at ætlanin er at innflyta avlop frá takpappframleiðslu fyri at minka útlátið.  

SuperAsfalt ger bæði vanligt og “grønt” asfalt, men tað seinra skal bíleggjast frammanundan og heintast. Niðurstøðan er tí, at fyritøkan ger meiri av tí vanliga, sum merkir, at framleiðslan fyri tað mesta ikki er “grøn”.  

Tí setir nevndin spurnartekin við samanberingina millum SuperAsfalt A/S og ætlanina á Sundi. 

Tilmæli um landnámsbygdina Sund:
Nevndin í Áhugafelagnum við Kaldbaksfjørð vónar fyri fólkið sum her býr, at Tórshavnar býráð tekur støðu felagsins til eftirtektar, virðir nærdemokratiið og miðar eftir at savna kommununa heldur enn at spjaða hana. 

Nevndin mælir til, at ein heildarætlan verður gjørd fyri Sund í samstarvi við Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð. Nevndin mælir somuleiðis til at fremja lyftið hjá undanfarna meiriluta í Tórshavnar býráð um eitt grønt vinnuøki og gera lund við brúgv niðan við Sundsá 

Nevndin í Áhugafelagnum við Kaldbaksfjørð 

Snorri á Bøgarði                               Jákup Bærentsen           Jákup Petersen 

á Fløtum                                            á Sundi                            í Kaldbaksbotni 

Unn Agustudóttir Krákustein         Janus Vang                      Edith Vang 

undir Skriðubakka                             við Á                                 við Á 

Keldutilfar:
Håndbog for miljø og byplanlægning
Yvirlit frá donsku naturstyrelsen um umhvørvisbólkar o.a.
SuperAsfalt A/S
Greinir í donskum bløðum og tíðarritum
Innsløg úr donskum sjónvarpi 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo