Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Høvuðsnavnið í Umhvørvisvikuni 2017 er Henrik Beha Pedersen. Henrik Beha Pedersen er umhvørvislívfrøðingur og íverkseti. Hann hevur stovnað NGO felagsskapin Plastic Change (www.plasticchange.dk), hvørs endamál er at skjalprógva plastdálking í høvunum.  

Plastic Change við Henrik á odda arbeiðir, umframt at skjalprógva plastdálking, eisini við at kunna  almenningin, ídnaðin og politikarar um plasttrupulleikar. Felagsskapurin leggur dent á at miðla ymiskar loysnir, sum kunnu steðga umfatandi plastdálkingini í heiminum.

- Henrik Beha Pedersen er kendur fyri sítt týdningarmikla arbeiði mótvegis plastdálking, og nógv viðmæla Henrik Beha Pedersen sum ein framúrskarandi fyrilesara. Tí vil eg heita á øll um at koma at lurta eftir hesum spennandi fyrilestri hjá Henrik Beha Pedersen, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Fyrilesturin hjá Henrik Beha Pedersen verður mikukvøldið 26. apríl klokkan 19:00 í Reinsarínum. Umframt Henrik Beha Pedersen fer Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, at tosa um skaðilig árin av plastdálking á sjónum.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo