40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Herfyri lýsti Klaksvíkar kommuna við møguleikanum at leiga seg inn í Biskupstorg, og nú freistin at søkja er farin afturum, hevur VP spurt borgarstjóran um áhugan fyri leigumálum í Biskupstorgi.

- Ein fortreyt fyri útbjóðingini av Biskupstorgi var, at økið varð boðið fram sum ein samlaður pakki/konsept við fleiri leigarum í sama konseptið.

- Tað kom bert ein samlaður pakki/konsept inn, sum leyk treytirnar, og tí verður farið víðari við hesum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

- Hini, ið annars bjóðaðu seg fram, men har umsóknirnar ikki luku ásettu treytirnar í lýsingini, hava fingið boð um tað, sigur borgarstjórin.

Hann leggur afturat, at enn er ikki komið á mál, men vónar skjótt at koma víðari, so varandi virksemi kemur í niðastu hædd av Biskupstorgi, ið annars longu hevur verið karmur um ymisk tíðaravmarkað tiltøk.

- Vit eru mong sum gleða okkum til at meira lív kemur í Biskupstorg, sigur Jógvan Skorheim.

Umframt handlarnar, ið skulu inn í niðastu hædd, er longu avgjørt, at Kunningarstovan eisini fer at húsast í niðastu hædd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo