40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ákærarnir hava fingið ”sera áhugaverd tips” í málinum um horvnu bretsku gentuna, har ein 43 ára gamal týskari er høvuðsmistonktur í málinum.

Sostatt er okkurt sum bendir á, at ein av størstu kriminalgátunum í nýggjari tíð verður loyst.

Tað sigur týski sjefákærin Hans Christian Wolters, sum stendur fyri rannsakanini av horvnu bretsku gentuni Madeleine McCann.

- Vit vóna at loysa gátuna um Madeleine McCann, sjálvt um tað fer at taka nakrar mánaðir. Vit eru fegnir um hjálpina, vit hava fingið frá potentiellum vitnum, men tað tó framvegis nakrir leysir endar, sigur Hans Christian Wolters við ensku avísina The Mirror.

Trý ára gamla Madeleine McCann hvarv tann 3. mai 2007 úr íbúðini hjá foreldrunum í portugisiska býnum Praia da Luz, tá hennara foreldur vóru úti og ótu saman við nøkrum vinum á tapasbarr tætt við, skrivar TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo