40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eitt rimmar jólaborðhald verður á Hotel Føroyum 26. november frá kl 15 til 20. Tiltakið er fyri tey, sum búgva á heimum og sambýlum, og tey, sum fáa tænastur frá Heilsuhúsinum. Hvør luttakari kann taka ein gest við.

Bjóðað verður vælkomudrykkur, dunna við tilhoyri, og eitt glas av víni, øli ella sodavatni, rísalamande, kaffi og te. Barrin er opin.

Til borðhaldið undirhalda Fimmboði Lisberg, Niels Olsen og Flóvin Jacobsen. John Danielsen og Regin Jacobsen spæla til dansin.

Atgongumerki til jólaborðið eru til sølu í Heilsuhúsinum á Smyrilsvegi 13. Talið er avmarkað, so fólk mugu bera skjótt at. Tað er aktivitetstoymið hjá Heilsuhúsinum, sum skipar fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo