Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eysturskot: Spenningur var til síðsta skot var skotið, á breytuni hjá Eysturskot í Leirvík áðrenn FM í Nordisk Trap bleiv avgjørt.

Eysturskot sá tørvin á eini Nordisk Trap breyt í Føroyum, og tók í 2022 stig til at útbyggja breytuna í Leirvík soleiðis at nú eisini er møguleiki at skjóta Nordisk Trap í Føroyum.

Eysturskot hevur havt eina royndartíð sum skuldi vísa um nakar áhugi var fyri hesi greinini, og ikki kann sigast annað enn at væl hevur gingið.

Í gjár skipaði Eysturskot av sínum eintingum fyri fyrsta FM í Nordisk Trap, har ikki minni enn 29 Skjúttar skutu við í kappingini, og tað er met í føroyskari leirdúgvuskjóting, sum hevur 43 ár á baki.

Vinnarin av FM 2023 gjørdist Alex Johannesen frá Eysturskot. Tað var so tætt, at Shoot Off mátti til ímillum Alex Johannesen og Hans Erik S Jensen frá Sunda Byrsufelag, áðrenn vinnarin bleiv kosin. Unga stjørnuskotið úr Eysturskot, Harry Mikkelsen gjørdist nummar 3.

FM fyri unglingar vann Harry Mikkelsen frammanfyri Marius Gaardlykke og bronsuna í FM fyri ung vann Mikal Osbjørnsson, allir úr Eysturskot.

Fyri at kunna luttaka í FM skuldi skjútti hava luttikið í minst 2 kappingum áðrenn FM.

Aftan á FM kappingina, bleiv skotið um dagsins kapping, og hana vann tann ungi Harry Mikkelsen frammanfyri Alex Johannesen og Hans Erik S Jensen.

Nú hettar kappingar árið er liðugt, staðfestur Eysturskot, at tað heilt sikkurt er ein bjørt framtíð fyri felagið, sum hevur eina góða tilgongd av ungum skjúttum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo