Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

"Vit hava ein arbeiðsmarkna við stórum tørvi á arbeiðsmegi og samstundis eru starvssøkjandi kræsin og sera tilvitað um, hvørji størv og treytir tey ynskja sær. Tí er tørvur á eini framkomnari og effektivari loysn, ið livir upp til tørvin hjá arbeiðsgevarum og starvssøkjandi," sigur Allan Dalsgarð, ein av stigtakarunum til Alfred.

Við Alfred verður betri møguleiki hjá arbeiðsgevarum at røkka ikki bara aktivt starvssøkjandi, men eisini fólki, sum potentielt eru áhugað í nýggjum starvi. Sambært eini nýggjari kanning siga heili 50% av føroyingum millum 30 og 59 ár seg vera áhugað í nýggjum starvsmøguleikum, hóast tey ikki eru beinleiðis starvssøkjandi í løtuni.

##med2##

"Við Alfred-appini kunnu øll - bæði tey sum leita eftir starvi ella bara eru forvitin - fylgja við nýggjum starvsmøguleikum á einum stað og hvør veit um tey finna dreymastarvið, sum tey ikki vistu, at tey leitaðu eftir," sigur Allan Dalsgarð.

Snildari og bíligari
Stórur partur av okkara privata og professionella samskifti fer longu fram umvegis appir og mobilar tænastur og við Alfred-appini verður alt samskifti í sambandi við rekruttering nú avgreitt á einum stað, samsvarandi tørvinum hjá modernaða brúkaranum.

"Verandi møguleikar fyri starvslýsingum í Føroyum eru avmarkaðir og kostnaðarmiklir og megna eitt nú ikki at røkka teimum ungu ella túsundtals útisetunum. Tí er tørvur á eini snildari og bíligari loysn, soleiðis at arbeiðsgevarar kunnu lýsa effektivari og starvssøkjandi kunnu finna sítt dreymastarv," sigur Allan Dalsgarð.

Smidligt og GDPR-tryggjað
Hjá nógvum fyritøkum er tað ein avbjóðing at tryggja eina smidliga og góða setanartilgongd, har alt fer rætt fram í mun til umsøkjarar og lóggávu. Nýggja GDPR-lóggávan setur serlig krøv til arbeiðsgevarar um handfaring av persónsupplýsingum í sambandi við starvsumsóknir. Hesum tekur Alfred skipanin hædd fyri, soleiðis at arbeiðsgevarar sleppa undan at liggja inni við persónsupplýsingum.

Harumframt er lætt og skjótt at handfara alla setanartilgongdina í mun til raðfesting av umsóknum, samskifti við umsøkjarar, uppfylgjandi spurningar, innkalling til samrøður, fráboðanir av ymsum slag o.s.fr. Og sum nakað heilt nýtt kunnu umsøkjarar svara spurningum í videosamrøðum í Alfred-appini, soleiðis at arbeiðsgevarar lættari kunnu velja røttu umsøkjararnar til starvssamrøður.

Fá samband við útisetar
Í dag hava okkara mongu útisetar, bæði lesandi og onnur, avmarkaðar møguleikar at kunna seg um starvsmøguleikar í Føroyum. Við Alfred-appini ber til at fylgja við og fáa fráboðan um eitt nú lestrarstørv, avloysarastørv og summarstørv, óansæð hvar ein er staddur. Sostatt kann Alfred eisini vera við til at skapa eitt tættari tilknýti millum føroyskar arbeiðsgevarar og útisetar.

Útlendsk arbeiðsmegi
Alfred byrjaði sítt virksemi í Íslandi í 2013 og hevur síðani vaksið seg til nógv tann størsta pallin fyri starvslýsingum og rekruttering við fleiri enn 100.000 aktivum brúkarum av Alfred-appini í Íslandi. Harumframt er Alfred eisini virkin á Malta, í Kekkia, Slovakia og nú eisini í Føroyum, og ætlanir eru um at lata upp í fleiri londum í næstum. Hetta gevur eisini føroyskum arbeiðsgevarum møguleika at finna starvsfólk í fleiri londum í eini og somu skipan. 

"Við Alfred vóna vit, at arbeiðsgevarar fáa fleiri og betri umsóknir enn í dag og eina lættari og tryggari setanartilgongd. Vit ynskja eisini at gera tað lættari og stuttligari hjá føroyingum, útisetum og útlendingum at finna rætta starvið ella bara forvitnast um nýggjar starvsmøguleikar," sigur Allan Dalsgarð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo