Árið í ár hevur verið eitt gott ár hjá alifyritøkuni Luna, og setti hon met í tøku.
Atli Gregersen, stjóri, sigur tá ið hann verður spurdur, at met er sett í tøkuni nú hon er farin yvir 14.000 tons.
- Í fjør tóku vit 12.500 tons og fyri fýra árum síðani lá hon á 10.000 tons, so viðvíkjandi tøkuni hevur tað verið ein vøkstur.
Spurdur hvussu laksaprísurin hevur verið og hvussu úrslitið sær út í ár, sigur Atli Gregersen, at prísurin við endan av árinum hevur ligið yvir 60 krónur kilo, og árið sum heild hevur verið eitt gott ár.
150 fólk starvast hjá Luna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo