Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: VP/ólavur

Mynd: VP/ólavur

Mynd: VP/ólavur

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um góðkenningina frá Umhvørvismálaráðnum av eini broyting av byggisamtykt fyri havnarøki “D” í Tvøroyrar kommunu. Tvøroyrar kommuna hevði søkt um góðkenning av eini aðrari orðing enn henni, sum hevði verið alment kunngjørd. Umhvørvismálaráðið metti, at talan var um eina broyting, sum ikki broytti identitetin í upprunaliga uppskotinum, sum vildi verið fortreytin fyri, at ráðið kravdi nýggja hoyring. Umboðsmaðurin var ikki samdur við Umhvørvismálaráðnum í hesi meting og helt, at ráðið átti at kravt, at uppskotið varð lagt fram til alment eftirlits av nýggjum og nýggja almenna kunngerð, áðrenn málið varð lagt fyri býarskipanarnevndina. Umboðsmaðurin helt tí, at ráðið ikki átti at góðkent uppskotið tann 10. juli 2023. Umboðsmaðurin gav Umhvørvismálaráðnum eina átalu fyri málsviðgerðina og mælti eisini Umhvørvismálaráðnum til at endurskoða málið.

Áhugabólkurin Livilig kor á Tvøroyri klagaði til umboðsmannin um málsviðgerðina og góðkenningina hjá Umhvørvismálaráðnum, dagfest 10. juli 2023, av broyting av byggisamtykt fyri Tvøroyrar kommunu, § 29 D: Havnarøki, stk. 4.

Klagarin helt, at broytingin kundi ikki gerast í galdandi yvirskipaðu góðkendu byggisamtykt, men átti at verið gjørd við nýggjum og greiniligum reglum, eitt nú við nýggjari serstakari byggisamtykt.

Umboðsmaðurin var ikki samdur og helt, at ein kommuna, sambært lóg um býarskipanir og byggisamtyktir, kann gera broytingar í eini byggisamtykt, herundir eisini í tekstinum fyri ávís øki, uttan at gera eina nýggja serstaka byggisamtykt hvørja ferð.

Tvøroyrar kommuna hevði, tann 23. februar 2023, lagt fram eitt uppskot til broyting av byggisamtykt og kunngjørt broytingina eftir reglunum í § 6, stk. 1 í lóg um býarskipanir og byggisamtyktir. Eftir at tíðarfreistin var farin, tók býráðið støðu til innkomin mótmæli, eins og tað á býráðsfundi, tann 27. apríl 2023, samtykti, at ásetingin í §29 D: havnarøki, stk. 4, skuldi fáa eina aðra orðing enn hana, sum hevði verið í almennu kunngerðini. Síðani varð broytta orðingin send Umhvørvismálaráðnum til góðkenningar.

Hetta førdi við sær, at umsóknin til Umhvørvismálaráðið var um góðkenning av nýggjari orðing, sum býráðið hevði samtykt eftir, at broytingin hevði verið alment kunngjørd eftir reglunum í lóg um býarskipanir og byggisamtyktir.

Umhvørvismálaráðið vísti á, at ráðið metti, at talan var um eina broyting, sum ikki broytti identitetin í upprunaliga uppskotinum, sum vildi verið fortreytin fyri, at ráðið kravdi nýggja hoyring. Umhvørvismálaráðið vísti eitt nú á, at broytta orðingin ikki gav loyvi til nakað, sum upprunaliga orðingin ikki gav loyvi til.

Umboðsmaðurin var ikki samdur við Umhvørvismálaráðnum í hesi meting. Umboðsmaðurin vísti á, at byggisamtyktir ikki einans snúgva seg um at loyva virksemi, men eisini um at áseta avmarkingar fyri nýtslu av ávísum økjum. Hóast broytta uppskotið í mun til klagaran helst ikki kundi sigast at verða meiri inntrívandi, so innihelt tað avmarkandi ásetingar, sum ikki vóru í fyrra uppskotinum.

Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi, at Umhvørvismálaráðið, í sambandi við kanning sína av formligu viðurskiftunum, at sýna til ikki skrivaði eitt notat um sína meting av formligu viðurskiftunum, áðrenn tað varð sent býarskipanarnevndini til ummælis.

Umboðsmaðurin helt, at lógarkravið um at leggja fram til alment eftirlits og um almenna kunngerð fellur ikki burtur, um eitt samt býráð samtykkir eina innihaldsliga broyting aftaná, at eitt uppskot hevur verið alment lýst.

Umhvørvismálaráðið átti tí eftir meting umboðsmansins at kravt, at uppskotið varð lagt fram til alment eftirlits av nýggjum og nýggja almenna kunngerð av uppskotinum, áðrenn uppskotið varð lagt fyri býarskipanarnevndina.

Umboðsmaðurin helt tí, at Umhvørvismálaráðið ikki átti at góðkent uppskotið til broyting av byggisamtyktini tann 10. juli 2023.

Umboðsmaðurin gav Umhvørvismálaráðnum eina átalu fyri málsviðgerðina og mælti eisini Umhvørvismálaráðnum til at endurskoða málið.  (LUM 23/16837)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo