Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í løtuni eru Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi javnaðarmaður, Áki Andreasen, fyrrverandi formaður í Unga Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi nationalistiskt  fólkatingsumboð og fleiri dupultmoralistar úti og herja skammiliga feikir á okkara knáu fólkatingsumboð fyri, at tey arbeiða, kýta seg og royna at útvega føroyskum bygdum stuðul til ymisk tiltøk, sum mentaðir sørvingar og aðrir treingjandi bygdarmenn annars aldrin vildu fingið føroyskan stuðul til. Tað skullu Danmark, Anna og Sjúrður hava miriliga takk fyri. Tað eru bara níðingar og kujónir, sum eru for smáir til at duga at takka.

Eidesgaard er jú i serklassa sum dupultmoralskur ser-takkari.

Hann skoytti ikki um ein danskan riddarakross, men slevaði stutt eftir grádiga uppiyvir einum íslendskum knappa-prýði.

Eitt ekstremt løgið principp!

Hesir tríggir menn hykla salvilsisfult forargilsi um, at tað eru danskir pengar av Fólkatingi, sum tey hava "kraddað", men samstundis eru teir allir tríggir væl og virðiliga tryggjaðir og tjódveldisgøddir við hollari DANSKARI pensión.

Hvat er hetta fyri ómansliga hysterisk álop móti samvitskufullum politikarum, sum arbeiða munandi meira og miðvíst, enn teir sjálvir nakrantíð hava gjørt?

Eidesgaard og Jacobsen sótu mest á Fólkatingi og geispaðu av leti ella gálvaðu eftir danskarum, tí hesir parlamentarikarar hirdu ikki ella dugdu ikki at engagera seg.

Petur Mohr Dam stríddist sum ein løva, meðan hann sat á Fólkatingi fyri at útvega alskyns stuðulsveitingar til Føroya, og teimum veitingum njóta flestu føroyingar sera gott av tann dag í dag.

Dam visti, at tað vildu altíð vera nógv føroysk projekt, serliga á bygd, sum aldrin vórðu realiserað, uttan danska Fóllkatingshjálp.

Hann var realpolitikari og ikki erkvisin skapikrukka!

Men  hvis hesir fyrrnevndu ekstremt smásáru og pengafølsomu menn missa svøvnin av donskum pengum. Ja, so. So er virkuliga synd í teimum!

Tað skal knappliga vera skomm við donskum fólkatingsveitingum, siga hesir tríggir dansktlønaðu politisku smokkuleggar.

Eru Jóannes E., Áki A. og Tórbjørn J. so naivir, at teir halda, at fólk longu hava gloymt, hvussu aðrir fólkatingslimir fyrr hava mjólkað tað danska Fólkatingið fyri pengaveitingar, men slett ikki til nøkur skilagóð og tiltrongd almenn endamál í føroyskum bygdum, nei, teir kraddaðu sær bara danskar fókatingsveitingar til sítt egið  politiskt ella privat forbrúk.

Tað er markantur munur á ábyrgdarkenslu hjá parlamentariskum umboðum - og tey bæði, Anna og Sjúrður, arbeiða!

Lat okkum minna teir tríggjar stuttmintu moralistarnar á, tá ið Magni Arge, eykadanskt umboð biddaði Tað danska Fólkatingið um at finansiera eina vitleysa útferð til Kjøpinhavnar fyri sín kriminella catalonska vinmann, tann eftirlýsta brotsmannin, harra Puigdemont. Tað var ein øgilga dýr ferð, sum bæði danskt politi, universitetsmyndugleikar og Fólkatingið máttu finansiera.

Magni betalti ikki við einum oyra fyri hetta groteska projektið, sum steðgaði ferðsluni í Kjøpinhavn í longri tíð og belastaði viðurskiftini við Spanien í fleiri mánaðir.

Halda hesir sein-klóku menn eisini, at fólk longu hava gloymt, at Høgni Hoydal, uttan heimild, men við dispensatión fekk  biddað Fólkatingið at útvega sær milliónir til ein heilt privatan Norðuratlantiskan spælibólk á Fólkatingi.

Pengarnir vórðu stórt sæð bara brúktir til privat og politisk endamál, m.a til at spilla Danmark út fyri.

Hava tær tríggjar mimosurnar eisini gloymt, at harra Høgni Hoydal var so skammleysur, at hann søkti sær olmussu-stuðul frá tí danska Fólkatinginum til sín flokk, Tjóðveldið til at herja á Danmark fyri.

Hava teir eisini gloymt, at Áki Andreasen sat í Unga tjóðveldi, tá ið teir snýttu við følskum limalistum fyri at kradda sær hægri stuðul úr tí danska Tipsgrunninum?

Hvis hesir tríggir politisku veteranar eru so stuttmintir, er tað uppá tíðina, at teir halda uppat við politiskum viðmerkingum. Tað er altíð komiskt og patetiskt, tá ið fyrrverandi politikarar skullu belæra við teimum tankum, sum teir ikki høvdu ella fingu, tá ið teir sjálvir skuldu royna seg. Tað klæðir slíkum fyrrverandi monnum at tiga. Teir eru avgjørt politiskt passé!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo