40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Franska rannsóknarferðin La Recherche var millum fyrstu stóru rannsóknarferðirnar í Norðuratlantshavi í fyrru helvt av 19.øld.

Náttúruvísindamaðurin Paul Gaimard (1793-1858) stóð fyri ferðini. Fleiri vísindafólk og tveir listamálarar vóru við, og árini eftir komu tí fleiri útgávur við frásagnum og úrslitum frá mongu luttakarunum - um jarðfrøði, bókmentir, landafrøði, veðurlag o.s.fr.

Kendi og fjølgávaði vísindamaðurin Xavier Marmier (1809-1892) var við sum almennur skrivari. Umframt fleiri smærri útgávur læt hann frá sær stóru almennu frágreiðingina Voyages de la commission scientifique du Nord, en Scandinavie, en Laponie, au Spitzberg et aux Feröe, pendant les années 1838, 1839 et 1840, sur la corvette La Recherche [1842].

Parturin um Føroyar í frágreiðingini verður prentaður í enskari týðing í komandi Fróðskaparriti saman við grein um frágreiðingina, sum Jan Borm hevur skrivað saman við Bergi Djurhuus Hansen, lektara á Føroyamálsdeildini.

Í fyrilestrinum fer Jan Borm at greiða frá endamálinum við rannsóknarferðini og mongu úrslitunum. Serliga fer hann at greiða frá Xavier Marmier og hansara útgávum um Norðurlond og Føroyar.

Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini kl. 19:30, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo