40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 2. mai kl. 19:00 bjóðar Umhvørvisstovan til alment kunningartiltak um hitapumpur.

Kunningarfundurin er ætlaður at varpa ljós á hitapumpur til føroyska húsarhaldið. Einar 1300 hitapumpuskipanir eru settur upp í Føroyum, av hesum eru um 200 knýttar til jarðhitaskipan.

Orkuskiftið frá upphiting við olju til upphiting við el er av álvara byrjað. Ein alsamt vaksandi tilvitan hjá brúkaranum um grøna orku, setur tí økt krøv til myndugleikar og veitarar.

Nógvar leysasøgur eru um hitapumpur og alternativa orku - og ivamálini eru sum vituligt fleiri. Spurningar krevja svar og nú býðst so høvi at hoyra um veruleikan frá teimum, ið dagliga arbeiða við tøknini.

Á  fundinum fara umboð frá Demich, Mariu Poulsen og Svend Krosstein, ið eru løggildir jarðhitaveitarar, at greiða frá teirra royndum við hitapumpuskipanum. Til ber sjálvandi eisini at spyrja um ivamál og at fáa eitt prát við veitararnar eftir fundin.

Umhvørvisstovan fer at greiða frá hitapumpumátingum og kanningum, sum eru gjørdar seinastu 10 árini.

Fundurin er mettur at vara einar 2 tímar og øll eru vælkomin

Skrá:
19:00    Umhvørvisstovan bjóðar vælkomin
19:05    ORKA greiðir frá altjóða orkuverkætlanini SECURE
19:20    Umhvørvisstovan: 10 ára royndir við hitapumpum í Føroyum 19:40    Maria Poulsen
20:00    Steðgur
20:15    Svend Krossstein
20:35    Demich
20:50    Samanumtøka

Kunningarfundurin verður hildin á Umhvørvisstovuni við Traðagøtu 38 á Argjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo