40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

ALS er ein sjáldsom butikk. Ein av fáu fyritøkunum, sum konsekvent lýsir við, hvussu lítið tey hava at gera. Og at uppgávan vanliga er minkandi.

Men hesaferð VAKS talið á arbeiðsleysum púra óvæntað fyri tey á ALS – hóast tað øllum øðrum kunnugt hevur verið útideyðaveður og at kalla onki fiskaarbeiði seinasta mánaðin.

At talið á arbeiðsleysum í január var heili 39 fólk hægri enn í jólamánaðinum, er ein katastrofa av dimensjónum fyri ALS.

Tað merkir jú, at talið á arbeiðsleysum pr. starvsfólk fer frá 8 heilt uppá 9. Beiski veruleikin er tískil, at hvørt starvsfólk á ALS fær ein heilan arbeiðsleysan aftrat at samskipa, ráðgeva, kveikja o.s.fr.

Fyristillið tykkum tey fýra arbeiðsleysu á Sandoynni, sum nú hava 7,5 starvsfólk á ALS at velja ímillum?

Og nú arbeiðsloysistalið í allari Eysturoynni er komið uppá 12, rokna vit við umfatandi kveikjaraskeiðum og virkisráðgeving uppá landsins besta í hvørjum króki í oynni.

Á ALS hevur mann eina fíggjar- og fyristingardeild við sjey fólkum, einum deildarleiðara, einum bókhaldara, fýra KT-fólkum og einum, sum hevur eftirlit við øllum hinum.

Mann hevur eisini eina deild, sum eitur Fjølsmiðjan, við fýra sokallaðum samskiparum. Hesi samskipa dagin langan uttan mun til, um kundar eru í butikkini ella ikki.

Tyngsta deildin er tænastudeildin við ikki færri enn 13 starvsfólkum, 5 málsviðgerðum, tveimum virkisráðgevum, fýra kveikjarum, einum skrivstovumanni – og hesi mugu sjálvandi hava ein deildarleiðara eisini, annars fungerar onki.

Telefonin má svarast og gólvið má vaskast, um mann hevur kundar ella ikki.

HR-deild má mann eisini hava. Har hevur ALS tvær telefondamur og tvær vaskikonur – sum sjálvandi eisini hava ein deildarleiðara!

Omaná situr so ein stjóri, sum brúkar deildarleiðaran hjá telefon- og vaskidamunum sum stjórnarskrivara.

Mann roynir jú at spara við at útnytta resursirnar optimalt.

Í morgun vóru 268 arbeiðsleys í Føroyum – men 89 lýsingar eftir fólki.

Og nú sigur hann frá fagrasta fiskiveðri komandi vikuna, nú tørna øll til aftur, so pr. 1. mars kemur katastrofuteljarin hjá ALS helst niður aftur á null.

So er onki arbeiðsloysi.

Men at ALS so onki hevur at gera, hevur ongan týdning.

ALS er ein statisk skipan.

Og tey kunnu altíð fara á skeið hjá hvørjum øðrum og læra at kveikja og samskipa hvønnannan.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo