40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Vit hava higartil í vetur ikki sæð nógv til beinkrím í Føroyum, tað sigur Shahin Gaïni, serlækni í infektiónssjúku við VP.

Tað er ikki óvanligt, at influensa byrjar at ganga í desember, og tekur so av álvara dik á seg í januar. Men síðsta vetur var nógv broytt í so máta, og eftir øllum at døma verður árið í ár eisini eitt milt ár til beinkrím. Serfrøðingar høvdu annars stúrt fyri, at um illa vildi til, so kundi illa smittandi koronasjúka og ein harður influensa vetur seta heilsuverkini undir eyka hart trýst.

Sostatt fylgir gongdin í Føroyum eisini gongdini í grannalondunum. Eitt nú í Danmark, har at kalla ongin influensa var síðsta vetur, og tølini í ár eru nógv lægri enn vanligt.

Sagt verður, at tað eru tiltøkini ímóti korona, við reinføri og frástøðu, sum gera, at tað er trupult hjá øðrum virussjúkum eisini at bíta seg fastar.

Heimsheilsustovnurin WHO viðmælir, at minst 75% av øllum yvir 65 ár skulu koppsetast ímóti beinkrími, at forða fyri at sjúkan fær fastatøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo