40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í frálíku sendingini hjá Kringvarpinum, “Breddin”, sum var send 4. februar var ljós varpað á sera álvarsliga evnið, bíðitíð til barna- og ungdómspsykiatri. Luttakarar vóru frá barna- og ungdómspsykiatriini á Landssjúkrahúsinum, heilsufrøðingur frá Gigni og umboð frá Barnabata.

Tá sendingin var liðug, sat eg eftir við fleiri spurningum: Hvat hendir víðari? Skulu og kunnu vit góðtaka, at børn og ung bíða minst 1 ár? Hví verður ikki endalig støða tikin til, hvussu vit koma víðari?

Fyrr var ongin barnapsykiatari
Eg havi arbeitt sum skúlaheilsufrøðingur í nógv ár og minnist, hvussu støðan var í 90´unum, tá ongin barna- og ungdómspsykiatri var. Tá eg prátaði við børnini – antin undir árligu heilsusamrøðuni ella eftir áheitan - og um eg staðfesti, at eitt barn ella ein ungdómur hevði tørv á sálarhjálp, so vendi eg mær til Landssjúkrahúsið ,Barnaverndina ella SNR. Eftir besta førimuni var roynt at hjálpa hesum barni ella ungdómi.

Eg minnist ilt aftur á, hvussu ræðandi tað var at skula fortelja foreldrunum, at tørvur var á hjálp, og at vit tíverri ikki høvdu nakran barnapsykiatara og harvið ikki røttu hjálpina. Eg minnist eisini, hvussu ofta vit heilsufrøðingar høvdu á munni, at bara vit høvdu ein barnapsykiatara, so hevði alt verið so gott, og rætta hjálpin var at fáa.

Líka ringt nú – ella verri
Støðan í dag er líka ræðandi, hóast vit nú hava fleiri barnapsykiatarar, og ger hetta meg sera kedda og óða. Vit, sum kenna til hendan trupulleikan, kunnu ikki yppa øksl, lena okkum afturá, lata standa til og góðtaka henda veruleika.

Í dag er tað soleiðis, at tá foreldrini ella onnur finna útav, at hjálp má til, so skal barnið ella ungdómurin bíða í minst eitt ár. Fyrst fáa tey at vita, at hjálp kann fáast fyri sálarligu avbjóðingarnar, og gleðast øll sjálvsagt um tað. MEN síðani verður teppið skrykt undan teimum, tí svarið er, at tit mugu bíða minst eitt ár. Og støðan kann jú versna nógv í bíðtíðini.

Vit skulu minnast til, at sálarsjúka sjáldan kemur yvir eina nátt, men aloftast kemur sníkjandi.

Tá so eyðkennini eru vorðin sjónlig, hevur sjúkan/trupulleikin tíverri tá verið í langa tíð.

Uppskot um loysn
Eg havi uppskot um eina loysn, sum kann tryggja okkara børnum og ungdómi skjótari atgongd til sálarfrøðiliga hjálp og sum eisini kann tryggja ein stóran fyribyrgjandi innsats á hesum so týdningarmikla øki:

• Vit skulu styrkja leiklutin hjá heilsufrøðingum úti á skúlunum.

• Og vit skulu skipa eitt beinleiðis samstarv millum heilsufrøðingarnar á skúlunum og barna- og ungdómspsykiatriina.

Allir heilsufrøðingar eru sjúkrarøktarfrøðingar. Tað merkir, at teir hava útbúgving í sjúkum og frískum børnum/ungum, eins og royndir frá psykiatriskari deild. Heilsufrøðingar eru vanir við at eygleiða kliniskar broytingar og at samstarva við læknar og aðrar fakbólkar.

Allir heilsufrøðingar hava eftirútbúgving, har serligur dentur er á fyribyrging. Okkara arbeiðsøki er fyrst og fremst fyribyrging, og vit eru útbúgvin til at síggja og eygleiða trupulleikar/sálarsjúku eyðkenni, so tíðliga sum gjørligt.

Ístaðin fyri at lata standa til, eiga vit at styrkja skipanina við heilsufrøðingum úti á skúlunum. Heilsufrøðingarnir hava jú regluligt samband við børnini (og familjur teirra) gjøgnum alla skúlatíðina.  Skipanin við heilsufrøðingum á skúlunum er sostatt ein skipan, sum er har frammanundan. Hon má bara styrkjast, soleiðis at heilsufrøðingarnir fáa betri møguleika, at veita sárbærum børnum og ungum skjótari hjálp.

Beinleiðis samstarv
Eisini er umráðandi, at heilsufrøðingarnir fáa møguleika at samstarva beinleiðis við barna- og ungdómsprykiatriina. Í dag er skipanin ov ósmidlig, tí í dag kann eitt barn bara tilvísast til barna- og ungdómsprykiatriina gjøgnum kommunulækna.

Mítt uppskot er, at heilsufrøðingar skulu kunnu senda eina ávísing við eygleiðingum beinleiðis til barna- og ungdómspsykiatriina. Svar kemur beinleiðis aftur til heilsufrøðingin og foreldrini sjálvandi. Síðani kann heilsufrøðingurin beinleiðis eygleiða víðari í skúlanum, og harvið verður hond tikin um trupulleikan. Hetta kann vera til stóra hjálp í bíðitíðini og í framtíðarviðgerðini.

Eisini kundi tað verið eitt gott hugskot, at barna- og ungdómspsykiatriin fær játtan til at seta ein sálarfrøðing í starv, sum kann koma út á skúlarnar at vegleiða og sparra við heilsufrøðingarnar og saman kunnu meta um, hvat hevur skund og hvat kann bíða.

Ikki uppfinna alt av nýggjum
Eg hoyrdi í sendingini, at ein nevndi, at kanska áttu øll at sett seg saman, sum hava við hesi børn at gera. Eg meti, at avbjóðingin tá aloftast er, at tað eru ymisk ráð sum vara av, og tískil trupult.

Eg havi sjálv luttikið á ráðstevnum, har júst hetta evnið er umrøtt, og eru øll so sera samd um, at okkurt skal gerast, men so steðgar tað upp, og vit koma ikki víðari.

Børnini bíða.......og líða
Eg meti tað ikki neyðugt at finna nýggjar leiðir, nýggj samstørv, nýggj starvsfólk, sum vit so oftani hava lyndi til, men heldur at hyggja at verandi skipanum og fakfólki.

Heilsufrøðingar eru kring allar Føroyar, og á flest øllum fólkaskúlum í Føroyum, og harvið tættast upp á barnið/ungdómin.

Heilsufrøðingar eru skikkaðir til júst hesa uppgávuna.

Brúka heilsufrøðingarnar og gev teimum, sum hava tørv á hjálp, eina vón og møguleikan at fáa hjálp og ráðgeving.

Um vit veruliga meina tað, at vit ynskja barnið í miðdeplinum, so má handlast her og nú.

Vit kunnu ikki bíða.  Børnini og familjurnar kunnu ikki bíða.

Bjørghild Djurhuus
Skúlaheilsufrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo