Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

BankNordik: Her er kunning um dystirnar, ið Føroyar spæla í Berlin, og um tey tiltøkini, sum stuðlarnir skipa fyri áðrenn dystirnar.

Í fyrsta bólkaspælinum spæla Føroyar tríggjar dystir:

  • Tann 11. jan kl. 18 spæla Føroyar móti Slovenia

  • Tann 13. jan kl. 20.30 spæla Føroyar móti Noregi

  • Tann 15. jan kl. 18 spæla Føroyar móti Póllandi

Allir dystirnir verða spældir í Mercedes Benz Arena.

Berlin.fo
Ein síða er gjørd til høvið, har mann kann fáa viðkomandi kunning um alt, sum hendir í Berlin ísv. EM.

Kom við til upphiting áðrenn dystirnar
Áðrenn tveir teir fyrstu dystirnar skipa BankNordik, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line fyri ókeypis upphitingartiltaki fyri allar føroyingar í Berlin.

Fyrsta tiltakið verður hósdagin 11. januar í Kreuzberg Festsaal, sum er áleið 20 minuttir at ganga frá høllini. Tiltakið er kl. 14-17.

Til tiltakið fara Eyðun og Terji at spæla, okkurt gott verður at drekka og harafturat bjóða vit andlitsmáling og klapparar.

Tiltakið er eitt gott høvi at hitta aðrar føroyingar í Berlin, og tiltakið er somuleiðis ein upphiting til dystirnar, har vit saman fara at koyra á Føroyar.

Ogna tær eina t-shirt og stuðla Eydnudeildini
Tú kanst ogna tær eina heilt serliga t-shirt, ið er gjørd til høvið. T-shirtin kostar 100 kr., og tá ið tú keypir blusuna, stuðlar tú somuleiðis Eydnudeildini við 50 kr.

T-shirtirnar kunnu keypast á flogvøllinum í Vágum áðrenn fráferð, til upphitingina áðrenn dystirnar í Kreuzberg Festsaal og í lobbyini á Hotel Park Inn by Radisson.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo