Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Blaðstjórin á Norðlýsinum er nokkso stuttligur. Øgiliga troyttandi, men nokkso stuttligur. Mest tí hann er øgiliga lættur at rokna út. Og mest tí, at mann frammanundan veit, at alt, hann førir fram, hevur til endamáls at dyrka lokalidiotismuna, sum hann livir av.

Herfyri fortelur hann fyri góðvarnum klaksvíkingum, at “ongin virðing er fyri pengum í Havn”. Har eru fleiri byggigølur. Og løgið nokk fær Tórshavnar kommuna skuldina.

At talan er um almennar íløgur sum Glasir, Landssjúkrahúsið og Tjóðleikhúsið – alt tílíkt, løgtingið hevur samtykt við m.ø. norðoyamafiuni við róðrið – hevur ongan áhuga.

Nei, tey á Vaglinum hava skuldina.

Hesin alternativi veruleikin, Norðlýsið livir í, hevur skapt nógvar mýtur, sum klaksvíkingar trúgva sum amen í kirkjuni, Emmaus og Betesda.

Ein mýta er, at ov nógvar íløgur verða gjørdar í Havn, at Havnin er ov dýr í rakstri og at inntøkurnar í Havn eru ov høgar. Hetta er alt beinleiðis ósatt – Klaksvíkin hevur nógv hægri inntøkur pr. borgara, ger nógv størri íløgur pr. borgara og hvør klaksvíkingur kostar nógv meira í rakstri enn hvør havnarmaður.

Ein onnur mýta er, at Havnin fær risa inntøkur av almennari fyrisiting. Hetta er ein av pástandunum, sum liggur undir kravinum um útjavning úr Havnini og norðureftir.

Veruleikin og trupulleikin er bara, at lønir til almenna fyrisiting bara umboða 4% av samlaðu lønarútgjaldingunum. Har er tí onki at javna út.

Leggja vit inntøkurnar frá almennari fyrisiting, kommunum, ríkinum, undirvísing og heilsu- og almannaverkinum saman, so standa hesi fyri 43% av øllum útgjaldingum í Suðurstreymoy og millum 33 og 38% í hinum økjunum.

Tað merkir, at munurin er millum 5 og 10% - og tá skal havast í huga, at triðingur av útgjaldingum í Havnini verða skattaðar uttanfyri Havnina, mest norðanfyri.

Ein onnur mýta er, at Havnin fær so stórar inntøkur av almennum útbyggingum. Gloymt verður, at Havnin fær stórar skyldur álagdar í sambandi við infrastruktur, vegagerð, kloakk, parkering o.s.fr.

Tað eru fáir almennir stovnar, sum fíggjarliga eru nakar fyrimunur fyri Havnina. Og tað fær eisini fíggjarfrøðingar at hugsa, at skulu inntøkur javnast út – skulu íløgur og rakstur so eisini?

Rætt skal vera rætt. Ikki allir klaksvíkingar eru samdir við Norðlýsið. Og slett ikki fyrrverandi borgarstjórin Jógvan við Keldu, sum er ímóti at flyta pengar úr Havn til Klaksvíkar, tí talan verður um ókeypis pengar sum ongin arbeiðir fyri – og sum tí onga menning hava við sær.

Ná. Men tað sum hevur týdning fyri Norðlýsið er at halda á at pástanda, at okkurt er, sum gevur Havnini inntøkur í ólukkumát, sum onkursvegna skulu javnast úr Havnini til øll hini.

At havnarmenn soleiðis verða revsaðir fyri at hava ein skilagóðan rakstur við lutfalsliga lágum íløgum og harvið lágum skattaprosenti, tað hevur als ongan týdning.

Hesar lokálu mýturnar klárar Norðlýsið elegant at halda lív í og samstundis belevið at dansa rundanum tann størsta útjavningarspurningin av øllum: Hvussu við býtinum av fólksins ogn?

Okkara tilfeingi verður nú roknað sum fólksins ogn. Summi øki hava nógv størri inntøku av alment útlutaðum rættindum enn onnur – í Havn koma bara 5% av inntøkunum frá fólksins ogn. Í Norðoyum mann tað fara at tátta í ein triðing. So vit bíða spent eftir uppskoti um eina útjavning úr landnyrðingsføroyum til Havnar.

Tað syndarligasta í hesum løgna lokála alternativa veruleikanum hjá Norðlýsinum er, at tey alment løntu verða sædd sum óproduktiv individ, í høvuðsheitum búsitandi í Tórshavnar kommunu. Bólkurin er eitt haft um beinini á teimum, sum veruliga halda samfelagshjólunum malandi.

Lønin, sum verður goldin hesum samfelagsbólki, er sambært somu mýtu eisini ogn Føroya fólks. Vit rinda øll hesar lønirnar og tí er tað neyðugt at býta skattin, sum fæst inn frá hesum samfelagsbólki, út aftur til øll hini, sum veruliga halda landinum koyrandi.

Men tann ogn Føroya fólks, sum ger klaksvíkingar ríkari enn allar aðrar føroyingar, hon skal ikki javnast út.

AD-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo