40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tann 25. apríl er altjóða DNA dagur. DNA er stytting fyri deoxyribonucleic acid, sum vit á føroyskum kalla arvastrongurin. Tað var á hesum degi í 1953, at Watson, Crick, Wilkins og Francis góðu út vísindaliga grein um DNA bygnaðin. Á hesum sama degi, 50 ár seinni, var tað almannakunngjørt, at arvamassin hjá menniskjum var kortlagdur. Tí er hesin dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt alla verðina hátíðarhildið henda dagin. Í ár verður hesin dagur hátíðarhildin í Føroyum á fyrsta sinnið. Tað eru granskarar frá Amplexa Genetics og Havstovuni, ið hava tikið stig til hetta hátíðarhaldið. 

Hátíðarhaldið verður í Perluni í Tórshavn tann 25. apríl 2018 kl. 16:00. Tiltakið er serliga ætla børnum og ungum, tó er okkurt fyri øll. Á skránni vera stuttligt og handaligt DNA virksemi til børn, og stuttir (10 min.) fyrilestrar um DNA til tey ungu og vaksnu. Endamálið við tiltakinum er at kunna almenningin um DNA, og um hvussu DNA verður brúkt í gransking og í samband við heilsu í Føroyum. Tiltakið er alment og ókeypis hjá vitjandi.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Stuðla tiltakinum hava: Amplexa Genetics, Havstovan, Fróðskaparsetur Føroya, FarGen, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Granskingarsetrið iNova, MBM og Tórshavnar kommuna. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo