40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú verður eldradagurin aftur á skránni. Fríggjadagin 2. oktober 2015 skipar Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommuna fyri eldradegi í høvuðsstaðnum.

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu heitti í 2009 á kommununa um, at ein dagur í árinum skuldi verða ásettur at vera dagur teirra eldru. Sosiala nevnd tók beinanvegin undir við áheitanini. Síðani varð farið til verka.

Við tiltakinum eru Tórshavnar kommuna og Eldraráðið partar av altjóða arbeiðinum, sum varpar ljós á umstøðurnar og lívsgóðskuna hjá aldrandi borgarum okkara.

Sameindu Tjóðir samtykti fyrst í 90'unum at skipa ein altjóða eldradag. Fyrsti eldradagurin í Tórshavnar kommunu varð hildin í 2010.

Faldari er borin út til øll húski í Tórshavnar kommunu fyrr í vikuni.

Skráin fyri eldradagin fríggjadagin 3. oktober

kl. 10 setir Heðin Mortensen eldradagin framman fyri Ráðhúsinum, Hans Jacob Hermansen, formaður í Eldraráðnum, heldur røðu, og Heilsu- og umsorganartænastan skipar fyri fimleiki.

Kl. 11:10 verður tónleikur í Ebenezer. Sólvá Patursson og Jógvan Dahl greiða frá evninum “Lívið eftir missin”. Súni Poulsen, sálarfrøðingur, tekur samanum.

kl.12:15 Í døgurðatímanum er matur til keyps fleiri støð í miðbýnum, Posthúskjallarin bjóðar feska súpan, te, kaffi og køkur, Hotel Hafnia hevur fjølbroytt døgurðaborð - har skal bíleggjast í seinast lagi 1. oktober, og Hvonn hevur serstaka matskrá eldradagin.

Kl. 13.30 lesur Sólrun Michelsen í Ebenezer og børn syngja.

Kl. 15 ber til at fara í Dómkirkjuna, har verður livandi tónleikur við felagssangi og bønarhaldi. Prestur: Marjun í Kálvalíð.

Kl. 16 verður felagssangur í Reinsarínum. Sigrún Mohr, næstforkvinna í trivnaðarnevndini, tekur samanum.

Onnur tiltøk millum kl.12:00-16:00, í Perluni skipar Finn Johansen fyri framsýning. Nýggj framsýning hjá Birgari Johannesen. í Vágsbotni er bjargingarbáturin Lív opin fyri vitjandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo