40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Í tíðarskeiðnum frá 8. august til 27. august er eitt altjóða summarskeið í føroyskum.

Studentarnir koma úr ymiskum londum sum USA, Kina, Týsklandi, Skotlandi, Danmark, Sveis o.ø.

Fyriskipari er Hjalmar P. Petersen, og hevur Altjóða Skrivstovan hjálpt til við umsóknunum og upplýsingum um skeiðið. Lena Reinert er eisini knýtt at skeiðinum sum hjálpari, t.e. hon skipar fyri hýsing.

Tað eru 34 studentar á skeiðnum, og tey eru í tveimum flokkum. Í fyrra flokki eru byrjarar, og hin er ein framhaldsflokkur.

Marjun A. Simonsen undirvísir fyrra flokki. Sandra Saxov undirvísir í øðrum flokki, og hevur hon Ragnar Sigrunarson aftur at sær tvær tær fyrru vikurnar av trimum, sum skeiðið varar.

Umfram at hava undirvísing í føroyskum, eru fyrilestrar um føroyskt mál, bókmentir, føroyska søgu, føroyskan mat og um tónleik.

Aftur at hesum fara tey útferð og vitja á Listasavninum. Næsta skeið av hesum slagnum verður í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo