Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd av vinnarunum seinasta ár, Nils Kvagraven úr Noregi og Boga Simonsen úr Føroyum

Mynd av vinnarunum seinasta ár, Nils Kvagraven úr Noregi og Boga Simonsen úr Føroyum

Mynd av vinnarunum seinasta ár, Nils Kvagraven úr Noregi og Boga Simonsen úr Føroyum

Fríggjadagin og leygardagin 11. og 12. mars verður Tórshavnar Bridgefestival aftur hildin í Havn.

Meira enn 80 útlendskir bridgespælarar hava boðað frá, at tey koma at spæla í einastu altjóða bridgekappingini, sum er í Føroyum.

Hetta er triðju ferð at skipað verður fyri hesi kappingini. Fyrsta árið var í 2019, og var undirtøkan sera góð. Føroya Bridgesamband skipar fyri kappingini.

- Fyrsta kappingin hepnaðist so væl, at vit sóu møguleikan at skipa fyri kappingini í hvørjum ári. Áhugin at vera við er størstur millum íslendingar og annars aðrar spælarar úr Norðurlondum, sigur Jákup Sørensen, sum skipar fyri Tórshavnar Bridgefestivali.

Sjálv kappingin er vanlig bridgekapping, har næstan 70 pør spæla móti hvørjum øðrum – í alt vera spæld 85 spøl fríggjakvøldið og leygardagin. Kappingin var avlýst í fjør, tí korona órógvaði flestu bridgekappingarnar. Men nú hava nógvir spælarar valt at nýta hetta høvið aftur at sleppa uttanlands at spæla bridge.

Umframt sjálva kappingin verður skipað fyri útferðum, sum spælararnir eisini hava tikið væl undir við.

Kappingin í ár er í Dansifrøi í Gundadali í Havn, og áskoðarar er vælkomnir at fylgja við. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommu, setur kappingin fríggjadagin kl. 16.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo