Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Felagið Pinkubarnadeyði/Berin: Altjóða dagur fyri pinkubørn, sum farin eru, verður sunnudagin 15. okt. Vit tendra ljós fyri okkara pinkubørnum, sum fóru frá okkum alt ov tíðliga.

Saman við foreldrum og avvarðandi kring allan heimin minnast vit børnini kl.19 Altjóðadagin.

Opið hús verður í Beranum (Niels Finsensgøtu 32) kl. 18.30. Vit tendra ljósini frá kl. 18.45, so øll ljósini eru tendraði kl. 19.

Møguleiki er eisini fyri at skriva eina heilsan ella gera eina tekning á teir vøkru ljós posarnir, sum tit fáa. Vit bjóða kaffi/te og køkur.

Maria av Heygum og Benjamin Tausen luttaka við sangi. 

Altjóða dagurin verður eisini hildin í Tøting, Syðrugøtu frá kl. 18.30, Carla Josenius Mikkelsen luttekur við sangi.

Verið hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo