40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyar hava júst javnað til 22-22 í fjórða setti við framúr blokki í landsdystinum millum Føroyar og Ísland í 2019, sum Føroyar vunnu 3-1

Føroyar hava júst javnað til 22-22 í fjórða setti við framúr blokki í landsdystinum millum Føroyar og Ísland í 2019, sum Føroyar vunnu 3-1

Føroyar hava júst javnað til 22-22 í fjórða setti við framúr blokki í landsdystinum millum Føroyar og Ísland í 2019, sum Føroyar vunnu 3-1

Flogbóltssambandið: Í døgunum 13. – 15. mai er Flogbóltssamband Føroya vertur fyri EM-finaluumfari í CEV-SCA kappingini fyri A-landslið hjá monnum. Hesar tríggjar dagarnar skulu Skotland, San Marino, Ísland og Føroyar kappast um gullkrónurnar og heiðurin. 

Flogbóltssamband Føroya bjóðaði seg tíðliga í ár fram at vera vertur fyri CEV-SCA kappingini hjá monnum, sum verður í døgunum 13. – 15. mai. Allir dystirnir – 6 tilsamans – verða leiktir í Stórhøllini á Hálsi í Havn.  

Føroyar leggja fyri móti San Marino fríggjadagin 13. mai kl. 17.00. San Marino er vanliga eitt sterkt lið, har flestu leikarar koma frá sterkum kappingum í Italia. Síðan verður leikt móti Skotlandi leygardagin kl. 17.00, og at enda verður leikt móti Íslandi sunnudagin kl. 17.00. 

Føroyski landsliðsvenjarin, Jens Bang, og hjálparvenjararnir, Boban Ilic og Cristian Imhoff, arbeiða við einum lutfalsliga ungum liði, sum skal byggjast upp næstu 3 árini. Ætlandi skal stórur partur av hesum liðinum víðari til U22 CEV Eurovolley undankapping í Letlandi 19. – 21. mai, har leikt verður móti Serbia og Lettlandi.  

Seinni skal A-landsliðið so eisini leika CEV Eurovolley undankappingardystir móti Belgia, Ísrael og Estlandi. Leikt verður á heima- og útivølli í august og september. 

CEV-SCA kappingin er fyrsta styrkiroyndin hjá føroyska A-landsliðnum, síðani korona tók seg upp, og tí verður sera spennandi at síggja, hvar vit liggja í mun til londini, sum verða við í Føroyum.  

Dystarskráin fyri CEV SCA-kappingina í Føroyum:
Fríggjadagin 13. mai 2022:
Kl. 17.00 Føroyar – San Marino
Kl. 20:00 Skotland – Ísland

Leygardagin 14. mai 2022:
Kl. 14.00 Ísland – San Marino
Kl. 15.00 Skotland – Føroyar

Sunnudagin 15. mai 2022:
Kl. 14.00 San Marino – Skotland
Kl. 17.00 Føroyar – Ísland

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo