Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Terminal.fo: Komandi týsdag koma umboð frá altjóða fyritøkuni VISA og slóðbrótandi gjaldsveitaranum Vibrant til Føroya í samband við eitt tiltak um framtíðarinnar gjaldsloysnir.

Tað er føroyska fyritøkan Terminal.fo, sum skipar fyri tiltakinum, har innbodnir gestir frá føroyska vinnulívinum og peningastovnunum koma saman at hoyra um, hvussu gjaldsvinnan støðugt mennist, og hvørjar tær nýggjastu broytingarnar og loysnirnar eru.

Mátin vit rinda fyri vørur og tænastur broytist støðugt. Seinastu árini hava vit flutt okkum alsamt meira frá reiðum peningi til gjaldskort – og nú er vanligt hjá nógvum føroyingum at rinda beinleiðis við snildfonini ella snild-urinum uttan at hava nakran pening ella gjaldskort í lummanum.

Fyri handlar merkist broytingin eisini. Fyrr tóku hesir ímóti gjaldskortum við sletu. Síðan fluttu vit okkum til meira elektroniskar og tryggari loysnir, har magnetstrípan á gjaldskortinum varð brúkt. Nú er vanligt við sonevndum nándgjaldi, har tráðleys tøkni ger tað munandi meira ómakaleyst og trygt at rinda fyri gerandisvørur.

- Vit gleða okkum til at bjóða fyritøkum til ein dag við nýhugsan og íblástri, sigur Mourits Clementsen, stjóri á Terminal.fo. Vit eru errin av at hava fingið so stórar veitarar á altjóða pallinum til Føroyar at luta sína vitan um, hvussu vit brynja okkum til framtíðina.

Gjaldsrisar á vitjan
VISA er ikki ókent um okkara leiðir. Talan er um ein tann størsta veitaran av gjaldskortum á altjóða marknaðinum. VISA kort verða nevniliga brúkt um allan heimin – og upphæddirnar eru ørandi. Hvønn dag verða tað sum svarar til 220 mia. danskar krónur goldnar við VISA kortum. Í Føroyum eru VISA, Mastercard og Dankort mest vanligu gjaldskortini vit brúka, tá vit rinda fyri vørur og tænastur í gerandisdegnum.

Vibrant er donsk fyritøka, sum hevur gjørt tað munandi lættari hjá vinnurekandi at taka ímóti gjaldingum. Vanligt er at hava ein terminal fyri at taka ímóti gjaldskorti, men Vibrant hevur ment eina app, ið ger tað møguligt at taka ímóti gjaldskortum beinleiðis á snildfonini. Hetta hevur longu vakt ans í Føroyum, har nærum 300 føroyskar fyritøkur nú brúka Vibrant – so fleiri føroyingar hava helst sæð hesa loysnina í føroyska gerandisdegnum.

Um Terminal.fo
Terminal.fo er leiðandi veitari av gjaldsloysnum á føroyska marknaðinum. Hetta inniber at veita loysnir til handlar, fyritøkur og stovnar, ið hava tørv á at taka ímóti gjaldingum frá sínum viðskiftafólki – hetta umvegis terminalar, online gjaldspallar, snildfonir v.m.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo