40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Landsstýri hevur latið 800.000 krónur til MAF. Hetta er størsta almenna gáva, sum MAF Danmark og MAF Føroyar nakrantíð hava fingið.

Gávan, sum er latin av játtanini til menningarsamstarv, skal nýtast til at flúgva vaksinur út til fólk í londum, har myndugleikarnir hava biðið um hjálp til tryggan flutning.

Korona vaksinur verða ofta fluttar saman við øðrum vaksinum, sum eru við í vaksinasjónsskipanum í einstøku londunum.
Veitingin er komin í lag, eftir at MAF Føroyar søkti um lut í menningarsamstarvinum, sum uttanríkismálaráðið varðar av, til at flúgva vaksinur til menniskju, ið annars ikki hava atgongd til vaksinur.

”Síðsta árið er vorðið alt meira sjónligt, hvønn týdning vaksinur hava. Vit í Føroyum vilja eisini vera við í arbeiðinum at fáa vaksinur út til fjarskotin øki, sum eru torfør at røkka. Tað er av alstórum týdningi, at vaksinur verða atkomiligar fyri øll menniskju í øllum londum, og ikki bara í teimum ríku londunum. Hetta kann MAF tryggja, m.a. við hjálp úr Føroyum,”  siga Símun J. Hansen og Jákup Heinesen leiðarar í MAF Føroyar.

WHO, UNICEF og landsmyndugleikar í teimum einstøku londunum velja at brúka MAF til at flyta vaksinur, tí vaksinur kunnu oyðileggjast, um tær verða ov heitar. MAF kann flyta vaksinurnar skjótt og kalt, tí flogførðini nú hava fingið útgerð og góðkenning til at flúgva vaksinur til fjarskotin øki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo