40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sjóvar kommuna: Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur, tann 25. juni 2020, viðgjørt ætlanirnar um at byggja altjóða høll á Strondum. Umboðini úr arbeiðsbólkinum vóru við á fundinum og greiddu frá ætlanunum, og vildu hava at vita, um kommunustýrið var sinnað at vera ein partur av hesi ætlan.

Kommunustýrið metti verkætlanina at vera sera áhugaverda, og tók fult undir við ætlanunum, og játtaði seg at vera ein partur av tilgongdini.

Samlaða íløgan verður umleið 120 mió.kr. og Sjóvar kommuna hevur fíggjarliga orku og vilja til at fara undir hesa verkætlan, treytað av at landspolitikarin eisini vil játta pening. Vit hugsa okkum eitt býti, har ið Sjóvar kommuna rindar 30% og landið rindar 70%

Vit hava økið klárt, tætt við tunnilsmunnan til Eysturoyartunnilin, og um rætt verður borið at, so kann høllin helst vera klár at taka í nýtslu á sumri 2022.

Høllin skal vera góðkend til hýsa altjóða dystum og kappingum, bæði hondbólti og øðrum ítróttargreinum, soleiðis at føroyska hondbóltslandsliðið kann spæla altjóða heimadystir í Føroyum.

Hetta fer at betra um karmarnar fyri ítróttini við Skálafjørðin og í øllum Føroyum.

Sjálv høllin verður sjálvandi sniðgivin, soleiðis at hon tekur seg væl út og passar til staðsetingina, samstundis sum innrættingin fer at geva møguleika fyri fleiri ítróttargreinum og mentanarligum tiltøkum.

Høllin skal eisini kunna nýtast til ráðstevnur og framsýningar av ymsum slagi, eins og møgulig vinna eisini kann hugsast at vera ein partur av samlaðu verkætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo