Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: The Zone of Interest er nýggjur Holocaustfilmur, sum vann stóru dómsnevndarvirðislønina, The Grand Prix, á filmstevnuni í Cannes í fjør.

Dagin fyri frumsýningina í Cannes andaðist bretski rithøvundurin, Martin Amis, 73 ára gamal í Florida. Í 2014 skrivaði hann skaldsøguna, sum týsktmælti filmurin um týningarleguna Auschwitz byggir á.

Høvuðspersónar eru kommandanturin í Auschwitz, Rudolf Höss, og konan Hedwig, ið liva eina borgarliga dreymatilveru við børnunum og jødiskum tænarum, og ikki á nakran hátt tykjast varnast ella ørkymla seg um teir ræðuleikar, ið fara fram hinumegin múrin, har meir enn ein million menniskju verða týnd, tey allar flestu jødar.

Hesumegin múrin er hin vakrasti urtagarðurin hjá søguligu fyristøðufólkunum.

Rudolf Höss var tann kommandantur, sum longst var í starvi í Auschwitz. Hann var kommandantur frá 1940 til 1943 og aftur frá 1944 til 1945. Hann var ein av íbirtarunum av ætlan Hitlers Endlösung der Judenfrage.

Tey, ið spæla hjúnini Höss eru Babylon Berlin-stjørnan Christian Friedel og Sandra Hüller, sum er kend úr filmum sum Toni Erdmann (2016) og Ich bin dein Mensch (2021), sum Filmsfelagið vísti. Sandra Hüller spælir eisini kvinnuliga høvuðsleiklutin í Anatonomy of a Fall, sum vann gull í Cannes, og Filmsfelagið vísir 14. februar.

Bretski leikstjórin Jonathan Glazer (f.1965) hevur arbeitt í eitt tíggjuáraskeið við hesum krevjandi filmi. Hann hevur fyrr gjørt filmar sum Sexy Beast (2000) og Under the Skin (2013).

Í filminum The Zone of Interest síggja vit bara gerandisdagin hjá fyristøðufólkunum. Vit síggja aldrin tað, sum fyriferst hinumegin múrin, men hoyra skríggini, skotini og barnagrátin, og síggja stundum royk upp móti himmalinum.

Vit síggja so lítið av tí, sum vit vita so nógv um
Saman við fotograferingini hjá Lukasz Zal og tónleikinum hjá Mica Levi verður filmurin serliga óhugnaligur, tí vit síggja so lítið av tí, sum vit vita so nógv um. Júst tað ger søguna til eina hina sterkastu í biografunum í mong ár.

Svenski ummælarin Jonna Vanhatalo sigur í Moviezine: Det här är en helt unik förintelsefilm. Ljuset riktas på det som hände utanför muren, där solen sken och blommor blommade. Och effekten blir just därför så otroligt stark och ännu mer otäckt. Att veta om fasan där innanför, men att se hur ingen reagerar på det, får mina nackhår att resa sig.

Bretski Robbie Collin skrivar í The Telegraph: “To write poetry after Auschwitz is barbaric”, Theodor Adorno famously wrote. Glazer’s film gives us the prosaic instead, refashioning it into the darkest, most vital sort of art it might be possible for us as a species to produce.

Yndisummælarin í Filmsfelagnum, Peter Bradshaw, sum skrivar fyri The Guardian, sigur: The film, with its superb score by Mica Levi and sound design by Johnnie Burn, has undoubted power but might well revive the debate about conjuring slick movie effects from the horrors of history.

Leggið til merkis at henda sýningin hjá Filmsfelagnum er leygardag, sjálvan Holocaustdagin 27. januar 2024. Sýningin er almenn.

FILMSFELAGIÐ: 27/1 2024 kl 20:00 The Zone of Interest (Jonathan Glazer Bretland 2023 106 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo