Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á altjóða sálarheilsudegnum 2023 seta vit sálarheilsuna hjá ungum á breddan.

Tað er nógv gransking, sum bendir á, at sálarligi trivnaðurin hjá ungum um allan heim er í afturgongd. Hóast hetta, eru møguleikarnir fyri at kunna fáa hjálp - her og nú - rættiliga sperdir. Vit síggja eitt stórt trýst á vælferðarskipanunum í Føroyum, eins og vit síggja í øllum Norðurlondum. Á sálarheilsudegnum viðgera vit, hvussu vit kunnu arbeiða meira fyribyrgjandi við sálarheilsu, og hvussu sivilsamfelagið og áhugafelagsskapir eisini kunnu vera ein partur av loysnini.

Á skránni verða framløgur, tónleikur, orðaskifti og sálarheilsuvirðislønin 2023 verður handað.

Dagurin verður hildin í Løkshøll 10. oktobur kl. 19:00-21:15.

Tiltakið er ókeypis og alment, men tilmelding er neyðug. Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo: https://www.atgongumerki.fo/2259353/altjoda-salarheilsudagur

Skrá:
Kl. 19:00-19:10 Vælkomin
Niclas Heri Jákupsson spælir eitt nýtt lag.

Kl. 19:10-19:30 Úrslit úr kvalitativari kanning um sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum
Annika Helgadóttir Davidsen frá Fróðskaparsetur Føroya og Monika Mohr úr Fólkaheilsustýrinum leggja úrslit fram úr eini kvalitativari kanning, sum varð gjørd fyri Fólkaheilsuráðið (nú Fólkaheilsustýrið), ið snýr seg um, hvat ávirkar sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum.

Kl. 19:30-19:50 Hvussu fremja vit trivnað millum ung?
Jonas Begnigna, ráðgevi í Headspace Danmark, greiðir frá um ungdómsráðgevingartilboðið Headspace og royndirnar í Danmark.

Kl. 19:50-20:10 Fyribyrgjandi arbeiði og royndir úr Íslandi
Eva Ólafsdóttir, kliniskur leiðari í Headspace Ísland, greiðir frá um fyribyrgjandi arbeiði við ungum og royndir við Headspace í Íslandi.

Kl. 20:10-20:25 Steðgur

Kl. 20:25-20:45 Avbjóðingar í norðurlendsku vælferðarskipanunum í dag
Tom Guldberg, stjóri í Headspace Noregi og ein av stovnarunum av Nordic Headspace, greiðir frá um nýggja norðurlendska samstarvið við røtum í sivilsamfelagnum, sum skal vera við til at skapa nýggjar fyribyrgjandi og sálarheilsufremjandi loysnir í øllum Norðurlondum.

Kl. 20:45-20:50 Sálarheilsuvirðislønin 2023 verður kunngjørd og handað

Kl. 20:50-21:15 Orðaskifti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo