40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í sambandi við at Amariel Norðoy fyllir 70 ár fríggjadagin 9. oktober hevur hann málningaframsýning í Galerie Focus, Lambagerði 1 í Havn.

Móttøka verður fríggjadagin 9. oktober kl. 13-16. Aftaná, kl. 16-18, er fernisering í Galerie Focus.

Vinmaðurin, tónleikarin og tónasmiðurin, Holgar Jacobsen kemur at undirhalda við gittara og sangi.

Heiti á framsýningini er: “Útróðrarbørn, sálmar lívsins”. At heimurin er samangrógvin er ein kjarni í málningunum hjá Amariel Norðoy frá ungum árum. Tað, at vaksa upp í Klaksvík, millum bátar, skip og trolarar, fólk í øllum aldursbólkum, har fiskivinnan var grundarlagið, og man sum barn upplivdi, at tað var lívsgrundarlagið, bæði útróðurin og langfara fiskarí. Amariel sigur, at tá ið hann vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg heima hjá teimum um deksbátin, “Norðan”, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú so at siga gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt. Á tann hátt eru evnini ikki nýggj, men líkasum ein rithøvundur í stóran mun skrivar somu bók umaftur og umaftur, so málar listamálarin í høvuðsheitum tann sama málningin. Roynir at arbeiða seg longri og longri inn í myndina, roynir at lokka nýggj brigdi fram. At heimurin er samangrógvin er ein kjarni í málningunum hjá Amariel Norðoy frá ungum árum.

Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan sæst týðuliga á hesari framsýningini.

Í 1977 fór Amariel á Kunstakademiet í Keypmannahavn, har hann millum aðrar hevði lærararnar Sven Dalsgaard og Robert Jacobsen. Á Kunstakademiinum gekk Amariel á málaradeildini, grafisku deildini og Múr & Rúm.

Málningarnir á framsýningini eru at síggja á www.galeriefocus.com

Framsýningin er opin til 22. oktober: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo