40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, og fylgi hennara vitjaðu Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í morgun.

Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen greiddu frá virkseminum á deildini og serliga frá góða samstarvinum við amerikanskar starvsfelagar á nógvum amerikonskum universitetum og serliga Harvard T.H. Chan School of Public Health, har Pál hevur verið gestagranskari í nógv ár.

- Vit nýttu høvið at takka sendikvinnuni fyri, at deildin síðan 2003 hevur fingið stórar peningajáttanir frá almennum grunnum í USA. Serliga frá National Institutes of Health, men eisini frá Environmental Protection Agency og National Science Foundation, sum tilsamans hava stuðlað granskingini á deildini við meira enn hálvthundrað milliónum krónum.

- Nú í vár hevur National Institutes of Health aftur játtað út við 5 milliónir krónur til at kanna immunskipanina hjá nýføddum børnum í Føroyum. Verkætlanin er mett at vara fýra ár.

- Sendikvinnan sá møguleikar í, at vit í Føroyum kunnu skapa virksemi á øðrum økjum enn okkara fiskivinnu, til dømis tøkniligt íverksetaravirksemi, sigur Pál Weihe, yvirlækni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo