40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Meðan kirkjan eins og restin av samfelagnum er í undantaksstøðu, ætla sóknarprestarnir í Norðoya vestara prestagjaldi at leggja eina andakt út kl. 11 hvønn sunnumorgun. Einans prestur er til staðar, og tikið verður upp í Christianskirkjuni.

Andaktin tekur støði í prædikutekstinum til avvarðandi sunnudag, og umframt eina stutta talu verður bøn og signing, og endað verður við einum sálmi, sum er tikin upp í Christianskirkjuni áður.

Gjørt verður eisini vart við, at hóast allar vanligar gudstænastur eru avlýstar, eru prestarnir til taks, eitt nú til samtalur og annað. Dópur, vígsla og jarðarferð fara eisini fram eftir tørvi, undir serliga skipaðum viðurskiftum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo