40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er hugtakandi at síggja tølini í roknskapinum hjá Andersens Beding á Strondum í yvirlitinum hjá Vinnuvitan. Tað leypur skjótt í eyguni, at hesi 16 árini er bruttovinningurin júst 10 faldaður. Men somu ár er úrslitið eftir skatt vaksið heilar 600 ferðir ella stívliga tað. Nógv tann størsti vøksturin hevur tó verið seinastu 4 - 5 árini.

Andersens Beding viðlíkaheldur og umvælir bátar, og eitt nú hava nógvu tvíkiljurnar hjá alivinnuni verið eitt gott íkast, skilst.

Bruttovinningurin í fjør var 15,6 mió kr, heilar fýra milliónir krónur meira enn árið fyri.

Vinningurin eftir skatt var í fjør smáar 7 milliónir kr, neyvt tvær mió kr meira enn árið fyri.

6,7 mió kr vórðu goldnar í lønum til starvsfólkini í fjør - ein vøkstur uppá 26% í mun til árið fyri.

Ongin rentuberandi skuld er, fíggjarstøðan javnvigar við 20,5 mió kr og eginognin er 17,8 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo