Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Leygardagin 13. apríl andaðist Andriása Joensen frá Norðskála 89 ára gomul. Tað er so ymist, hvussu lívið lagar seg hjá okkum menniskjum frá byrjan til enda. Hjá Andriásu var byrjanin heldur harðlig, tí hon var fødd eitt gott hálvt ár aftaná, at faðir hennara, norðskálamaðurin Andreas Dam, slerdi út nakað norðan fyri Føroyar á ferð heim úr Íslandi við toftaskipinum Elsu í mai 1934.

Dimmalætting skrivar soleiðis um hendan tilburðin t. 23. mai 1934 undir heitinum Syndarlig ólukka: 

”Toftaskipið ´Elsa´ hevði ring boð at bera, tá ið tað fríggjadagin kom heim úr Íslandi. Tætt undir Føroyum misti tað ein mann, Andreas Dam úr Norðskála. Hann var 25 ára gamal, og giftist stutt áðrenn hann fór á Suðurlandið.”

Ein lítil troyst var tað tó, at ein góðan mánað seinni var líkið av Andreasi funnið.

Um hetta skrivar Dimmalætting t. 9. juni 1934 undir heitinum Fundet Lig:

”Aberdeen trawleren ”Loch Long” indkom for nogle Dage siden til Klaksvig med et Lig, der var fundet i Trawlet under Fiskeri nordfor Færøerne. Liget viste sig at være Fisker Andreas Dam, Nordskaale, der den 18. f.M forulykkede om Bord paa ´Elsa´, medens Kutteren paa Vej hjem befandt sig nordvest for Færøerne. Liget er blevet ført til Tofte, hvor Begravelsen foregik i Forgaars under meget stor Deltagelse. Andreas er grivin í gamla kirkjugarðinum á Nesi.”

Mamma Andriásu, Hanna, var dóttir Onnu og Johan Hendrik Højgaard í Brekkum. Johan Hendrik var sonur Brekk-Hanus, og Anna var ættað úr Leigustovuni. Tey giftust í 1905 og bygdu í Brekkugerðinum. Tey fingu døturnar Hansinu Petrinu Højgaard, sum doyði sum 1 ára gomul, og Jóhonnu ( Hanna) Petrinu (1907 – 1952).

Johan Hendrik gjørdist ikki gamal maður, hann doyði brádliga av heilabløðing í 1909, bert 30 ára gamal. Í 1915 giftist Anna uppaftur við Theodor Poulsen á Heyggi, og tá fekk Hanna systkini Hendrik (1916), Magga (1918), Palla (1920) og Kathrinu (1923).

Hanna, móðir Andriásu, og Andreas giftust í 1934, ein góðan mánað, áðrenn hann fór lagnutúrin við Elsu.

Fyrstu árini eftir vanlukkuna búðu tær báðar inni í Brekkum, men seinni giftist Hanna uppaftur við beiggja Andreas, Martini, og búsettist við Norðskála u. 1941. Martin var sjómaður og sigldi sum kokkur í nógv ár m.a við fleiri skipum av Toftum. Hanna gjørdist ikki gomul, hon doyði í 1952, bert 45 ára gomul. Martin doyði í 1987.

Andriása giftist í 1955 við vestmenninginum, Arna Joensen. Arni var ættaður av Heygum í Vestmanna og var yngstur av 9 systkjum, seks brøður og tríggjar systrar. Arni var telegrafistur og sigldi í nógv ár bæði við trolara og nótabáti. Arni doyði í 1988. Ein bróðurdóttir Arna, Fía í Túni, sum býr á Toftum, segði fyri mær, at við Andriásu fór seinasta fólkið av hesum ættarliðinum t.e. teimum níggju systkjunum við makum.

Andriása og Arni búsettust á Gerðisheygnum í Vestmanna. Tey fingu 3 børn: Hans Andreas ( 1955 – 2019), Ann (1958) og Martin (1967). Í 1975 flutti familjan til Norðskálar í barnaheimið hjá Andriásu. Áðrenn Arni doyði, høvdu tey fingið sær fatur á einum grundstykki uppi á Rættargørðum við teirri ætlan at byggja sær eini fitt lítil hús á gamalsaldrinum. Partur av hesi ætlan var, at Hans Andreas, sonurin, sum nú hevði fingið familju, skuldi yvirtaka gomlu húsini. Húsini hjá Andriásu uppi á Rættargørðum stóðu liðug í 1992, og har hevur hon búð síðan. Tá Arni var deyður fór Andriása at arbeiða á røktarheimi fyri eldri fólk. Hon arbeiddi m.a. í nógv ár á ellis- og røktarheiminum Valhøll í Syðrugøtu.

Hóast Andriása bert búði á Toftum ein part av barnaárunum, so kendi hon seg altíð sum part av familjuni í Brekkum. Hon kom altíð, tá okkurt serligt, so sum føðingardagar v.m., var á skránni. Andriása var gumma mín, so vit bæði høvdu altíð eitt serligt samband. Eg havi serliga merkt hetta, nú hon eldist og sat einsamøll á Rættargørðum. Hon ringdi ofta og hevði hug at práta, og tað var altíð ein frægd at práta við hana av tí, at hon kendi og visti um ómetaliga nógv fólk og viðurskifti, sum vóru fremmand fyri mær. Hon var púra klár líka til tað seinasta og fylgdi sera væl við, hvussu tað gekst hjá skyldfólkunum á Toftum.

Eitt er vist, eg fari at sakna samrøðurnar við mína klóku gummu við Norðskála. Tó hugsi eg, at saknurin verður størstur hjá tykkum við Norðskála.

Janus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo