Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara.

Ann er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn sum ganga til svimjing, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.

Ann hevur drúgvar royndir sum samskipari, skrivari og verkætlanarleiðari, frá størvum sum millum annað verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsum, Event Manager hjá Hotel Hafnia, og nú síðani 2018 sum samskipari og skrivari hjá Fakfelagssamtarvinum, har hon framvegis er í hálvtíðarstarvi.

5 umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya. Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini hjá Svimjisambandi Føroya at seta Ann í starv. Starvið sum aðalskrivari er skipað sum hálvtíðar starv.

Ann Ellingsgaard tók við starvinum hin 1. mars 2022, og er farin beint í gongd, millum annað við at vera skrivari á kalendarafundinum, sum var hin 2. Mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo