Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Anna Kalsø, varastjóri í J & K Petersen, er annar gesturin í Búskapi & Vinnu hesa vikuna

Anna Kalsø, varastjóri í J & K Petersen, er annar gesturin í Búskapi & Vinnu hesa vikuna

Anna Kalsø, varastjóri í J & K Petersen, er annar gesturin í Búskapi & Vinnu hesa vikuna

Búskapur & Vinna: Í føroysku byggivinnuni starvast áleið 2500 løntakarar, harav bert tíggjundi hvør er kvinna. Men ein av fáu kvinnunum situr fyri borðendan í familjufyritøkuni J & K Petersen. Anna Kalsø er annar gesturin í Búskapi & Vinnu hesa vikuna.

Tær báðar fyritøkurnar Articon og J & K Petersen hava í fleiri áratíggju verið ímyndin av føroysku entreprenørvinnuni. Tær hava bjóða stóru útlendsku byggifyritøkunum av í kappingini um stóru entreprenøruppgávurnar, eisini fyri ta almenna. Síðstu tvey árini er gongdin hjá teimum báðum siðvandu fyritøkunum farin heilt hvør sín veg, tá umræður fíggjarliga lønsemi.

Meðan Articon framvegis forvinnur stórar upphæddir við svørtum tølum á botnlinjuni, hava síðstu árini hjá J & K Petersen verið merkt av reyðum tølum á botnlinjuni. Við ársenda 2022 vóru sostatt bert slakar tíggju milliónir krónur eftir í bókaðari eginogn eftir tvey ár við sera stórum undirskotum. Undirskotini í 2021 og 2022 vóru tilsamans 56 milliónir krónur.

Sum tað liggur í navninum, er J & K Petersen ein familjufyritøka, sum brøðurnir John og Kristian Anfinn Petersen settu á stovn í 1975. Familjan eigur framvegis meirilutan av fyritøkuni. Í oktober 2022 valdi nevndin í J & K Petersen at seta nýggja leiðslu í felagnum við tí bundnu uppgávuni at venda fíggjarligu gongdini. Nevndin tilnevndi Sigtór A. Petersen sum stjóra, meðan Anna Kalsø tók við sum varastjóri.

"Ja, eg trúgvi, at eg til tíðir absolutt verið uppliva sum strævin og øgiliga krevjandi. Og eg hugsi, nei, hatta er bara professionalisma," greiður Anna Kalsø frá í samrøðuni.

Anna er annar gesturin í sendingini Búskapi & Vinnu hesa vikuna, har hon fer at greiða frá síni starvsleið frá at sigla við Norrønu fyri 14 árum, deilarleiðari á Posta, síðani til Skansi Offshore sum starvsfólkaleiðari og nú at stjórna J & K Petersen. Eisini fer Anna at lýsa, hvussu tað er at koma uttanífrá inn sum leiðari í eina føroyska familjufyritøku. Fyrra hálvár 2023 hevði J & K Petersen eitt avlop á 5 milliónir krónur, og fer Anna í samrøðuni eisini at greiða frá ætlanum felagsins framyvir.

Hin gesturin í sendingini er Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í Lív, sum saman við vertinum Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, fer at viðgera støðuna í heimsbúskapinum og útlitini fyri 2024. Eisini fara teir báðir at viðgera vitlíki sum rák á børsmarknaðinum.

Búskapur & Vinna verður sýnd í Televarpinum mikukvøldið klokkan 20 og endursend klokkan 22. Hinar 24 sendingarnar higartil eru eisini tøkar á heimasíðuni hjá Televarpinum, www.tv.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo