Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Skipara-& Navigatørfelag: Føroya Skipara-& Navigatørfelag hevði Ársaðalfund í dag á Hotel Hilton Garden Inn.

Tað vóru gott 70 limir til fundin.

Fundurin koyrdi eftir skrá sambært viðtøkurnar.

Nevndarval var eisini, 5 limir stóðu fyri val, 7 stillaðu upp. Ein valdi ikki at taka við afturvalið.

Kristen Friis valdi ikki at stilla upp aftur, inn kom í hannsara stað Alfred Tórason Jacobsen, hann starvast sum havnaumsjónarmaður í Tórshavnar havn.

Eftir Ársaðalfundin skipaði nevndin seg við formanni og næstformanni.

Annfinnur Garðalíð bleiv afturvaldur sum formaður, hetta verður 10. árið hann er formaður.

Elias Zachariasen bleiv valdur sum Næstformaður.

Nevndin sær soleiðis út:
Annfinnur Garðalíð Formaður
Elias Zachariasen Næstformaður
Alfred Jacobsen
Kristian Oskar Henriksen
Martin Mohr í Grund
Finnbogi Berg
Jørgen Nielsen
Jákup Gøthe
Annfinn Fagraklett
Jónfinn L Poulsen
Arnfinn Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo