40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í dag eru liðin 50 ár, síðani felagið Javni varð stovnað. Nógv fólk hátíðarhildu runda dagin á Vaglinum. Bæði røður og tónleikur vóru á skránni.

Ælabogin spældi eisini nøkur vælumtókt løg.

Annika Højgaard hevur við eldhuga og nærlagni stjórnað orkestrinum øll árini, síðani tey spældu fyrstu tónarnar fyri skjótt 22 árum síðani. Fyri stóra arbeiðið við orkestrinum og í Javna annars øll árini fekk Annika handað eitt blómutyssi og eina serliga bringunál frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

Ælabogin byrjaði í Skansastovu í Havn 28. september í 1990. Fleiri, sum vóru við frá byrjan, eru við enn. Tey hava javnan havt konsertir bæði í Havn og úti um landið, og tey hava somuleiðis verið við til tiltøk uttanlands, bæði í Noregi og Spania. Og altíð hevur Annika Højgaard verið við.

Annika gevur øllum rúm og fær tað besta fram í hvørjum einstaka persóni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo