40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er at fegnast um, at gongd veruliga er komin á at útvega leigubústaðir í Havn. Arbeiðið undir Kongavarða gongur so mikið væl, at um ársskiftið standa 48 leiguíbúðir klárar at taka í nýtslu, og gongst sum ætlað, verður farið undir at útvega aðrar 48 leigubústaðir Millum Horna longu í ár. Hetta eru íbúðir ætlað lág- og miðalløntum borgarum.

Sambært kanning, sum Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt, er tað fjóðri hvør borgari, ið kundi hugsað sær ein leigubústað ávísa tíð. Serliga er hetta ynski galdandi fyri yngra og eldra ættarliðið.

Fyri meirilutan í Tórshavnar býráð hevur tað verið umráðandi at fáa ein meiri fjøltáttaðan bústaðarmarkað. Rúm má vera fyri øllum aldursbólkum, og atlit mugu takast til fíggjarstøðuna og sosialu støðuna hjá okkara borgarum.

Tí er tað veruliga at fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa gongd á leigumarknaðin. Í dag er uml 1% av bústøðunum leigubústaðir, meðan bróðurparturin er vanlig sethús, eigaraíbúðir, raðhús og tvíhús. Sum kommuna skulu vit rúma øllum, og tí er eisini neyðugt at taka atlit at teimum familjum, húskjum, einstaklingum v.m., ið ikki hava fíggjarligt rásarúm til stóru sethúsini.

Tað gevur góða meining, at vit fáa fleiri leigubústaðir til ein sámuligan prís, tí hetta er bæði við til at økja um fólkatalið í kommununi, umframt, at vit fjøltátta bústaðarmarknaðin.

Mong ung, ið leita sær heim aftur til Føroya eftir loknan lestur, hava ikki ráð til stóru dýru húsalánini beinanvegin. Fyri hesi ungu og serliga ungu familjurnar er gott at hava eina nøktandi leiguíbúð at búgva í tey fyrstu árini, meðan spart verður upp til framtíðar bústaðin.

Fyri onnur er leigubústaðurin einasti fíggjarligi møguleiki at fáa tak yvir høvdið. Í triðja lagi eru tað mong eldri, ið ynskja at sleppa úr sínum stóru og viðlíkahaldskrevjandi sethúsum í ein minni bústað, sum tey fíggjarliga er munandi lættari fyri tey. At fleiri eldri kunnu flyta í leigubústaðir frígevur eisini fleiri sethús á marknaðinum.

Vit høvdu í størri mun viljað havt tryggingarfeløgini við í tilgongdina at byggja bústaðir. Tað hevði gjørt arbeiðið munandi lættari fyri allar partar. Í løtuni liggja 10 milliardir í teimum føroysku pensjónsgrunnunum. Men enn hevur hetta ikki borið á mál.

Vónandi fara valevnini, ið stilla upp til umboðsráðini hjá tryggingarfeløgunum, at arbeiða meiri fyri at hart tjentu pensónspengarnir hjá føroyingum koma føroyska samfelagnum til góðar, heldur enn tí danska. Í dag fer hvør einsasta pensjónskróna av landinum at fíggja danskar bústaðir umvegis donsk lánsbrøv. Hetta kann ikki vera rætt!

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu hevur ongantíð verið størri enn í dag. Fólkatalið er eftir trimum árum vaksið við 1.106 fólkum. Hetta er ein søguliga stórur fólkavøkstur og svarar tað til stívliga 47% av fólkavøkstrinum seinastu trý árini í Føroyum, og í februar 2020 fór fólkatalið í Tórshavnar kommunu á fyrsta sinni upp um 22.000 íbúgvar.

Tað er okkara uppgáva at tryggja, at hesin fólkavøkstur heldur fram, og at vit kunnu rúma høgum sum lágum, eldri sum yngri í okkara kommunu. Hetta valskeiðið eru 710 búeindir útvegaðar tilsamans, kommunalt, privat og tað, sum Bústaðir, hevur staðið fyri. Men arbeiðið steðgar ikki her.

Hóast tryggingarfeløgini enn ikki hava latið við seg koma, so hevur meirilutin í Tórshavnar býráð megnað at fáa sett hol á arbeiðið við leigubústøðum. Leigubústaðir standa tó ikki einsamallir, og tí verður eisini farið undir at stykkja út bæði á Stórubrekku, har 100 búeindir verða bygdar í næstum, umframt at stóra spennandi útstykkingin við Stórutjørn liggur fyri framman, har rúm verður fyri millum 2000-2500 íbúgvum. Gongst sum vit ætla, so koma 25.000 borgarar at búgva í Tórshavnar kommunu komandi 4 árini.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo