40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Smittuserfrøðingurin í USA hevur úr at gera í løtuni. Talið av koronasmittaðum er økt munandi í USA seinastu dagarnar, eftir at fleiri deilstatir hava latið stigvíst upp aftur.

Tað er serliga í deilstatunum har suðuri og vesturi í landinum at økingin hevur verið munandi.

- Nú hava vit yvir 40.000 nýggjar koronatilburðir um dagin, segði Fauci við heilsunevndina í Senatinum, sambært New York Times.

- Eg gerist ikki bilsin um vit fara uppum 100.000 nýggjar tilburðir um dagin, um henda gongdin ikki vendur. Eg eri sera ørkymlaður. Alt landið er í vandaleið, segði hann.

USA er meinast rakta landið í heiminum, og hevur um 2,7 milliónir staðfestar koronatilburðir. Minst 129.000 eru deyð sambært netstaðnum worldometers.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo