Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Limir í AA (Anonymir Alkolikarar) vilja helst vera anonymir. Ein kundi hildið, at vit eisini høvdu ein felagsskap, sum eitur AP, Anonymir Pensjónistar. Her verður tú automatiskt – uttan at hava biðið um tað – limur, tá ið tú ikki longur ert til millum tey aktivt livandi. Tú ert síðani eitt tal í eldrabyrðustatistikkinum. Vit verða náðiligast knýtt at kunstigum andadrátti, um tað loysir seg væl at merkja.          

 

Pensjónistur er eitt løgið fyribrigdi. Eitt hópheiti fyri heil ættarlið av fyrrverandi samfelagsgagnligum menniskjum, herímillum valafólkum, sum ein meira at siga ein ávísan skeringsdag glíða út út gagnmarknaðinum og inn í eitt grátt skýggj, her tey at kalla missa sítt sjálvræði.          

 

40-50 ár á arbeiðsmarknaðinum. Tey hava goldið skatt og goldið inn til pensjón. Tey vóru "nakað" og høvdu eitt heiti í sínum veruliga lívi.  Tá ið tey komu saman við nýggjum kenningaskara í veitslu, á ráðstevnu, á konsert, ferðaðust ella bara hittust, vórðu tey fyrst og fremst spurd "hvat gert tú?"

 

So fóru tey um tey 67 og vóru ikki longur "nakað".  

 

Í eini sjónvapssending um eitt mentanartiltak einastaðni í Danmark verða nøkur av teimum, ið vóru hjástødd, spurd. Ein kona greiðir við víðfevnum førleika frá evnunum list, mentan og nærumhvørvi.

 

Kanska var hon fyrrverandi mentanarmiðlari, arkitektur, savnsstjóri, verkfrøðingur, listakvinna? Hvussu kunnu vit vita tað, tá ið heitið undir hennara navni var "pensjónistur"?

 

Ein maður segði sína hugsan um ein bygning, ið skuldi endurnýggjast, so at hann stendur hóskiligur í umhvørvinum. Svarini benda á nógva vitan um evnið.

 

Kanska var hann fyrrverandi múrari, timburmaður, byggiverkfrøðingur, urtagarðsmaður? Vit vita ikki – hann hevur eisini heitið "pensjónistur".   

 

Í einum sjónvarpsbroti kemur Gertrud gangandi við rollatorinum inn í býlið hjá sær á røktarheiminum.

 

Journalisturin vil fegin vita, hvussu tað er at vera avbyrgd á røktarheiminum, nú hon skal verjast fyri koronasmittu. Hon kundi í prinsippunum átt ein PhD, men hennara heiti er "Gertrud, røktarheimsbúfólk". Røktarheimsbúfólk!

 

Tað sigur líka so lítið um menniskjað aftanfyri sum ein brostin sápubløðra. Einki!

 

Grannin hjá henni, Johannes, kann vera fyrrverandi skipari, ið hevur siglt á teimum sjey heimshøvunum við eini ótrúligari lívssøgu at siga frá.

 

Eg var rættiliga forvitin eftir at vita, hvaðani øll hesi fólkini høvdu allar sínar royndir og miklu vitan. Men tað var so eiðasørt, og eg fekk kensluna av sementeraðum parkeringsbásum.    

 

Tað hevði verið áhugavert at kent grundarlagið hjá hesum fólkum, so at tað bar til at skilja teirra áskoðan og vitan.

 

Tá ið evnir sum list, arkitekturur og annað mentanarligt verður umrøtt í fjølmiðlunum, hevði verið gagnligt at vita, hvat tann spurdi "var", áðrenn viðkomandi menniskja varð reduserað til pensjónist ella røktarheimsbúfólk.

 

Tá ið evnir um heilsu og umsorgan fyri gomlum, børnum og ungum verða umrødd í miðlunum, hevði útsøgnin hjá einum fólki við nógvum virknum árum á baki, men nú pensjóneraðum sjúkrarøktarfrøðingi, serlækna, SOSU-útbúnum, lærara ella pedagogi fingið nógv meira fynd, um tað saman við navninum varð greitt, hvat viðkomandi fólk hevði dugnað samfelagnum við, áðrenn tað tók seg aftur úr sínum samfelagsvirki. 

 

Hevði tað staðið "fyrrverandi" ella "pensjóneraður" aftrat navninum, hevði persónurin fingið ein samleika.

 

Lívsroyndir og samleiki hvørva ikki eftir einum degi.    

 

Um tað er tað spurda fólkið sjálvt, ið vil hava heitið pensjónistur ella røktarheimsbúfólk, ella um journalistarnir ikki spyrja, veit eg ikki, men tey einastu, ið sleppa at varðveita ein lívlangan samfelagsrelateraðan samleika, eru t.d. lektari emeritus, professari emeritus, fyrrverandi forsætisráðharri, løgmaður og kendur sjónleikari.

 

Øll hini, ið hava havt týðandi funktiónir, enda í einum anonymum, einkisigandi, andleysum, tómum statistikki. Tað er so óverdugt.

 

Tað eiga fjølmiðlarnir at gera nakað við.

 

Virðingin fyri teimum eldru hvørvur, tí at vit halda, at eingin av teimum letur samfelagnum nakað íkast longur. Tað er skeivt! Eg kenni fleiri, sum framvegis hava nógv at lata. Eitt nú eina klóka næstan 90 ára gamla konu.

 

Hon rindar húsaleigu í egnum heimi, skatt, allar fastar útreiðslur, keypir servøru í Irma og á spennandi marknaðum, hon keypir sínum næstu dygdargávur, heldur avís og fakbløð. Hon er arkitektur. Ja, eina ferð arkitektur, altíð arkitektur.

 

Hon leggur betur enn onnur merki til gongdina í býnum og viðmerkir íðin alla nýbygging og endurnýgging.

 

Eg kann siga frá míni egnu pápasystur, ið búði á røktarheimi tvey síni seinastu ár. Fyrrverandi yvirsjúkrasystir ein heilan mansaldur á oyrna-, nasa- og hálsdeild á einum av teimum stóru sjúkrahúsunum í høvuðsstaðnum.

 

Hon rindaði eina rættiliga stóra húsaleigu fyri íbúðina hjá sær á røktarheiminum, meira enn dupult so nógv, sum hon rindaði frammanundan.

 

Hon rindaði skatt, tryggingar, el og varma, vatn og kloakkgjald, telefon, sjónvarpsgjald og sjónvarpspakka, hon rindaði fyri frisør, fótarøkt, medisin, persónliga røktarvøru, reingerðarvøru til røktaríbúðina OG til felagshøli, klædnavask inkl. seingjarklæðir (tað vaskaði eg tó fyri hana, men har var eingin fíggjarlig kompensatión!).

 

Eitt ríviligt heildargjald til samfelagsmylnuna til tann dag, hon doyði, 93 ára gomul.

 

Hon kom ongantíð so langt sum at "verða samfelagnum ein byrða".

 

Hesar persónligheitirnar og mangar við teimum veita/veittu samfelagnum munandi størri íkast enn ung lesandi, fyri ikki at siga fráfallin lesandi, ið kosta samfelagnum umleið eina milliard um árið.

 

Einki øvut orð um tey ungu lesandi, men tað er eitt lýti í teirra uppaling, um tey halda, at gomul og eldri eru til yvirs og gjørd ómyndug.   

 

Ein "prísur" er ásettur fyri tey gomlu, umleið dupult so stórur sum fyri tey lesandi, men um tey aktivu gomlu eru mótroknað, veit eg ikki.

 

Josefina Smith

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo