Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja rundkoyring í Sandavági er neyðugt at víðka um verandi arbeiðsøkið frá komandi mánadegi 28. november 2016 at rokna, og so leingi arbeitt verður.

Í hesum tíðarskeiði verða ferðsluviðurskiftini broytt soleiðis, at høvuðsíbindingin til eystaru síðu av Sandavági verður stongd fyri allari ferðslu. Á kortinum omanfyri sæst, at tað er Hammershaimbsvegurin (við kommunuskrivstovuna), ið verður stongdur, og hvar ferðslan kann koyra ístaðin. Á vegateininum frá Steigabrekku 22 til Sarpaveg 1 verður ferðslan stýrd við ljósregulering í dagtímunum. Parkeringsforboð verður við ljósreguleringina.

Fyri at minka um ferðsluna, meðan arbeitt verður, verður eyka skúlabussur settur inn, soleiðis at allir skúlanæmingar kunnu taka bussin í skúla á morgni.

Um veðrið er til vildar, fer hetta arbeiðið at taka umleið tvær til tríggjar vikur at gera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo