40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Arbeiðs- og brunaeftirlitið: Nú tilburður av coronavirus (covid-19) er staðfestur í Føroyum, umframt í flestu grannalondunum, eiga arbeiðspláss miðvíst at royna at avmarka smittuvandan hjá og millum starvsfólk. 

Føroyska arbeiðsumhvørvislóggávan hevur ikki ítøkiligar reglur um støður, har ein altjóða smittuvandi kann gerast ein trupulleiki fyri arbeiðsumhvørvi. Lóggávan ásetur tó, at arbeiðsgevarar skulu fremja munadygg tiltøk fyri at verja starvsfólkini, tá arbeiðsgongdin ella viðurskiftini, har arbeiðið verður framt, kunnu hava við sær vanda fyri smittu. Hetta er serliga viðkomandi á arbeiðsplássum, har starvsfólkini eru í samband við nógv fólk. Í sambandi við arbeiðsferðir eigur møguligi smittuvandin at umhugsast. 

Somuleiðis hava starvsfólkini skyldu til at stuðla fyribyrgjandi tiltøkunum, sum arbeiðsgevarin setur í verk - millum annað við at kunna arbeiðsgevaran, um tey eru ella hava verið í samband við fólk í smittuvanda, ella um tey hava ferðast til serliga rakt økir í heiminum.

Fyribyrging av smittu og handfaring av smittuvanda eigur at fara fram í trá við tilráðingar og leiðbeiningar frá heilsumyndugleikunum.

Heilsumálaráðið hevur savnað mest týðandi leinkjurnar á einari sersíðu um coronavirusið: https://www.hmr.fo/fo/arbeidsokir/heilsa-og-fyribyrging/corona-covid-19/.

Sí meira á: https://arb.fo/news/88/arbeidsumhvorvi-og-coronavirus

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo