Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Arbeiðsloysið var gott 1,0 prosent í januar ella 316 fulltíðararbeiðsleys. Samanborið við januar árið fyri, er tað hækkað við 0,1 prosentstigi ella 34 fulltíðararbeiðsleysum. 

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í persónum vóru 379 raktir av arbeiðsloysi í januar, sum er 51 fleiri enn januar í fjør. 

Arbeiðsloysið var í januar á tí hægsta síðani juli 2021, tá lutfallið var 1,19 prosent. Sostatt sær út til at støðugt lækkandi gongdin síðani koronufarsóttina er endað.

Menninir eiga vøksturin
Í januar vóru 187 fulltíðararbeiðsleysir menn, sum svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein vøkstur á 0,3 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var fulltíðararbeiðsloysistalið á 129, sum svarar til 0,9 prosent. Samanborið við januar í fjør hava tær eina lækking við 0,1 prosentstigi. Sostatt er orsøkin til vøksturin at finna í tølunum hjá monnunum. Munurin í arbeiðsloysisprosentunum millum kynini er harvið eisini vaksin eitt vet og er á tí størsta síðani desember 2021. 

Fá meira at vita

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo